BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1-2 árIkki ásett

Flogvallir íSuðuroy

Núverandi støða

Fyrst í sjeytiárunum teknaði Landsverk eini 15 flogvallir í Føroyum, ið vóru ætlaðir at vera 600 metrar til longdar og kundu taka flogfør við veingjaspenni á umleið 20 metrar, og sum kundu flyta umleið 20 ferðafólk.

Ongin av hesum vallum vóru bygdir, hóast royndir vóru gjørdar við flúgving millum Tórshavn og Suðuroynna við vatnflogfari í sjeytiárunum. Í áttatiárunum varð tyrluflutningstænastan stovnað, og loftflutningur millum oyggjarnar verður enn røktur við tyrlu. Fyri nøkrum árum síðani var spurningurin um flogvøll í Suðuroy tikin upp aftur.

Smá flogfør eru bíligari at keypa og reka enn tyrlur, og kann tí møguleiki vera fyri meira og møguliga fleksiblari ferðslu loftvegis.

Innanlands flúgving er mest neyðug til Suðuroyar, tí har er ikki fast samband enn, og roknast kann við eini ávísari ferðslu. Hinar stóru oyggjarnar í landinum hava fast samband ella fáa tað innan stutta tíð. Í hesi frágreiðing verða tí bert møguleikarnir at gera flogvøll við Trongisvágsfjørð viðgjørdir víðari.

Fyri eina møguliga komandi frálandavinnu kann ein flogvøllur í Suðuroynni eisini hava týdning í sambandi við flutning av starvsfólki í vinnuni, tí Suðuroyggin allarhelst liggur nærri møguligum oljuleiðum. Her verður hugsað um at flyta fólk víðari við flogfari til Vágar ella møguliga til Bretlands, eftir at tey eru flutt við tyrlu ella skipi av oljupallinum í land í Suðuroynni.

Eisini kann hugsast, at grundarlag er fyri eini møguligari leiguflúgving millum Tvøroyri og Vágar í sambandi við uttanlandsferðing, har fólk búgva í Suðuroynni og arbeiða uttanlands.

Í londunum kring Føroyar er innanlandsflúgving nógv nýtt.

Í Hetlandi eru tríggir flogvallir, har av tann eini er høvuðsvøllur við flutningi til fyrst og fremst Skotlands, men eisini til Danmarkar og Noregs. Eisini eru fráferðir til Orknoyggjar. Annar av hinum flogvallunum verður nýttur til m.a. frálandavinnu. Á vøllinum verður skift frá flogfari til tyrlu fyri at koma út á oljuøkini.

Í Orknoyggjum verður bæði flogið innanlands millum oyggjarnar og til/úr fastlandinum (Skotlandi). Har eru fleiri flogvallir, ið minna um hendan, ið verður umrøddur her, bæði viðvíkjandi longd og umstøðum annars.

Í Íslandi er eisini innanlands flúgving, serliga tí frástøðurnar eru so stórar. Eisini er privatflúgving við smáum flogførum.

Í Grønlandi fer stórur partur av flutningi millum bygdir og býir fram loftvegis, antin við flogfari ella tyrlu. Eisini har er spurningurin nú frammi, um enn meira flutningur kann vera við flogfari heldur enn tyrlu. Í Grønlandi eru umframt sera stórar frástøður eisini tað, at sjóvegis flutningur er einasta alternativ til loftflutning.

Um ein flogvøllur verður gjørdur í Froðba/Punthavn, verður møguligt at leggja raksturin av tyrlupallinum í Froðba saman við rakstrinum av flogvøllinum og fáa sparingar av hesum.

Breytalongdin er 650 m, -breiddin er 18 m, og trygdarøkið er 21 m breitt hvørjumegin vøllin og 30 m við endarnar.

Kostnaðarmeting

Kostnaðarmeting av at byggja annan flogvøllin er:

Vøllur, verklagsarbeiðið: 59 mió. kr.

Tekniskar installatiónir, hegn, ljós og veðurstøð: 4 mió. kr.

Vegur (150-200 m): 3 mió. kr.

Bygningur (100 m²): 2 mió. kr.

Parkeringsøki: 1 mió. kr.

Útgerð: 2 mió. kr.

Íalt: 71 mió. kr.

Upphæddirnar eru í 2018-prísum í mió. kr.

Tilmæld loysn

Um farið verður víðari við flogvallaverkætlanini, mugu neyvar veður- og turbulenskanningar gerast. Tyrlupallurin í Froðba hevur eina veðurstøð, og hesar dátur kunnu siga nakað um, hvør ætt er mest sannlík, og hvussu ofta sannlíkindi eru fyri at nýta flogvøllin. Tað ber ikki til at snara flogvøllinum ella á annan hátt taka hædd fyri dátunum, tí flogvøllurin fyllir alt økið, har hann liggur. Við Punthavn eru ongar veðurdátur.

Sambært tyrluflogskiparum, sum vanliga flúgva til tyrlupallin í Froðba, eru umstøðurnar har góðar til tyrluflúgving. Sum heild er lítil turbulensur, tó kann eitt sindur av turbulensi vera á høgætt (millum landnyrðing og útnyrðing). Tað er væl komandi til tyrlupallin bæði eystani- og vestani frá. Tað er serliga gott at flúgva til Froðbiar tá vesturætt er, men fer ættin í útsynning við nakað av vindi, kunnu meldurhvirlur verða í harðari lagi frá Øravík. Her verður serliga hugsað um, tá tyrlan fer avstað aftur av pallinum, tá má hon yvir ímóti Øravík t.v.s. suður á fjørðin. Um tað tá glaðar á fjørðinum, kann fráferðin gerast nakað turbulent. Serliga í Øravíkarlíð (har hitt uppskotið til flogvøll er við Punthavn), kann verða nógvur turbulensur av útsynningi.

Sum heild verður mett at vera gott av flúgva til- og úr Froðba. Sigast skal, at flúgvandi er til Froðbiar næstan allar dagar í árinum við undantaki av nøkrum heilt fáum mjørkadøgum.

Sambært oman fyri standandi veðurmetingum, er flogvøllurin í Froðba betri egnaður enn tann við Punthavn. Tyrluflogskiparar meta, at tað er sera nógvur turbulensur á økinum yviri í Øravíkarlíð, tá útsynningur er, og henda ættin er tann mest vanliga partar av árinum.

Ein annar fyrimunur í Froðba er, at frástøðan til fjøllini er størri enn við Punthavn.

Avleiddar verkætlanir

Ongin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongin samvirkan er við aðrar verkætlanir. Gerst Suðuroyartunnilin veruleiki, eru flogvallirnir ikki aktuellir longur.

Byggitíð

1-2 ár

Tilmæld tíðarætlan

Ikki ásett

Seinast dagført: 17.01.2019
m
  • Uppskot um staðseting av flogvølli við Punthavn í Ørðavíkarlíð
  • Uppskot um staðseting av flogvølli í Froðba

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: