BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
3 ár2025-2027

Núverandi støða

Gjáarvegurin, sum er 6,7 km langur (Funning-Gjáar), liggur høgt á
300 m við stórum trupulleikum av kava, og er brattur, upp til 120 ‰. Ferðslan í 2002 var 110 akfør, og í januar 2018 búðu 32 fólk við Gjógv. Trupulleikin við vegnum er, at tað er torført at koma til og úr Gjógv, tá nógvur kavi er. Ferðafólkaferðslan til Gjáar er vaksin nógv seinastu árini, og hetta setir eisini størri krøv til vegin.

Loysn 1

Dagføring av verandi vegi við at breiðka nakrar teinar

Umframt at gera fleiri víkipláss og seta nýggja bilverju upp, har hon manglar ella tørvar at verða skift út.

Ein fyrimunur við hesi loysn er, at tað ikki er neyðugt at játta alla upphæddina í senn, men ágóði fæst beinanvegin av játtaðu upphæddini.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Nýggjur vegur á 4,5 km úr Funningi til Gjáar

Vegalinjan verður løgd soleiðis, at longdarhallið í mesta lagi verður 70 ‰.

Harafturat verður restin av vegnum til Gjáar víðkaður, sum er 3 km. Fjarstøðan millum Funnings og Gjáar styttist við 600 m.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Tunnil á 700 m og umleið 1.200 m av nýggjum vegi

Við hesum tunli sleppur ferðslan undan at fara um hægsta og mest veðurharða strekkið á Gjáarvegnum. Restin av vegnum til Gjáar verður ikki dagførd. Fjarstøðan millum Funning og Gjáar styttist við 2,6 km.

Um ein tunnilsloysn verður vald, mælir Landsverk til, at tunnilstoymið hjá Landsverki ger arbeiðið. Kostnaðarmetingin, um arbeiðið verður gjørt av Landsverki, er 35-40 mió. kr.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting. Metingin er gjørd út frá, at arbeiðið verður boðið út og ikki at tunnilsliðið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standard prísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018-prísum í mió. kr. Kostnaðarmetingin í klombur er um tunnilstoymið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.
Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil.
Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi rakstur, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósbúnaðinum, at asfaltera 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk mælir til at dagføra verandi veg við breiðkan av nøkrum teinum, gera fleiri víkipláss, seta nýggja bilverju upp, har hon manglar ella tørvar at vera skift.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

25-30 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,2 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing. 

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Um tunnilsloysnin verður vald, kann avlopið av grótinum frá tunlinum verða nýtt til víðkan av verandi vegi. Tað er tó treytað av serligari játtan til tess.

Byggitíð

3 ár

Tilmæld tíðarætlan

2025-2027

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Dagføring av verandi vegi (Loysn 1)
  • Nýggjur vegur við longdarhalli á umleið 70 ‰ (Loysn 2)
  • Tunnilsloysnin (Loysn 3)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: