BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
2 ár2026-2029

Núverandi støða

Fámjinsvegurin er 9 km langur (Øravík-Fámjin), liggur høgt (274 m), er brattur (upp til 110 ‰), og trupulleikar eru av kava og vindi.
Vegurin er einbreytaður, smalur ymsastaðni, og ringt sýni er á summum økjum.
Gerandisferðslan um samdøgrið fyri 2014 var 200 akfør. Við ársbyrjan 2018 búðu 79 fólk í Fámjin.

Frá politiskari síðu hevur verið lagt upp til, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera fýra smærri tunlar, ein Dalstunnil, Tjørnuvíkstunnil, Gjáartunnil og ein Fámjinstunnil. Hetta eru farleiðir til smærri bygdir, sum sambært táverandi landsstýrismanni eru torførar at fáa raðfestar í Løgtinginum. Um tunnilsliðið hjá landinum fekk játtað pening, metti landsstýrismaðurin, at smærri verkætlanir fingu meira uppmerksemi.

Loysn 1

Betra og tryggja verandi veg yvir 100 m hædd

Gerast mugu fleiri víkipláss, og bilverja eigur at verða sett upp.
Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Fámjinstunnil

Talan verður um ein 1.200 metrar langan tunnil, 400 m av vegi øravíkarmegin og um 500 m av vegi fámjinsmegin. Við hesi loysn slepst undan ringasta strekkinum á Fámjinsvegnum, og fjarstøðan millum Øravík-Fámjin styttist við 2,3 km.

Prísurin, um Landsverk ger arbeiðið, er 55-65 mió. kr.
Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V). Kostnaðarmetingin er gjørd út frá, at arbeiðið verður boðið út.

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting. Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr. Kostnaðarmetingin í klombur er um tunnilstoymið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil. Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk mælir til at dagføra verandi veg. Tað eru fáir dagar í árinum, har vegurin verður stongdur vegna vind ella kava, og at tað ikki er farandi eftir honum.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

40-45 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,2 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Um tunnilstoymið hjá Landsverki ger tunnilin, er kostnaðarmetingin: 55-65 mió. kr. 

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Tað er møguligt at nýta grót frá tunlinum til at gera vegjaðara ella víðka partar av Fámjinsvegnum.

Byggitíð

2 ár

Tilmæld tíðarætlan

2026-2029

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Verandi vegur (Loysn 1)
  • Uml. 1.200 langur tunnil (Loysn 2)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: