BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1 ár2027

Byrging um Haraldssund

Núverandi støða

Byrgingin var bygd miðskeiðis í áttatiárunum, m.a. við gróti úr Kunoyartunlinum. Talan var um eina fyribils bygging og farleið, og upprunaliga ætlanin var, at ein brúgv skuldi gerast tvørtur um sundið, soleiðis at smáir bátar kundu sigla ígjøgnum. Kreppan í nítiárunum ávirkaði verkætlanina soleiðis, at hon varð slept. Í 2008 var fígging játtað til at gera eina nýggja byrging, tí tørvurin hjá smáum bátum at sigla ígjøgnum var vorðin heilt lítil.

Í januar 2019 var fólkatalið í Haraldssundi 72 og í Kunoy 74.

Møgulig loysn

Ætlanin er at dagføra byrgingina, sum er 350 m til longdar. Prosjektið til byrgingina er dagført, so tað lýkur dagsins krøv. Sí kortið á næstu síðu.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Møguliga loysnin varð prosjekterað í 2008, og kostnaðarmetingin er framroknað til 2018-prísir.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósúbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju. Í hesari verkætlan er talan um viðlíkahald av dekkgróti. 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Her verður mælt til omanfyri nevndu loysn.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

32 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,1 mió. kr.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Í høvuðsheitum manglar stórt dekkgrót fyri at verja kjarnuna í byrgingini. Av tí at stórt grót bert kann fáast úr grótbroti, er eingin beinleiðis samvirkan við aðrar verkætlanir, sum t.d. tunnilsverkætlanina Norður um Fjall.

Byggitíð

1 ár

Tilmæld tíðarætlan

2027

Seinast dagført: 15.02.2019
m
  • Linjuføring við Haraldssund. Ætlanin er at dagføra veg og byrging, sum linjan vísir

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: