Núverandi støða

Leiðin um Hovsegg er partur av gamla landsvegnum í Suðuroy, sum bindur syðru og norðaru bygdirnar í oynni saman. 

Í 2007 varð Hovstunnilin tikin í nýtslu, og tí er teinurin um Hovsegg ikki longur ein høvuðsleið. Vegurin hevur tí minni ferðslu og riggar væl sum Sóljuleið. 

Leiðin gongur úr Ørðavík, um Hovsegg, og endar niðri í Hovi. Á leiðini er frálíkt útsýni norðureftir, millum annað út í Lítlu og Stóru Dímun. Vegurin gongur ígjøgnum brattlendi um Hovsegg, har gott útsýni er oman yvir Hov. Har vegurin er hægst, liggur hann á 210 metra hædd. Vegurin er einbreytaður við ongari vegøksl. Av tí at tað ikki er meira enn 10 ár síðani, at hetta var høvuðsleið, er vegurin í rættiliga góðum standi. Vegurin er um 8,5 km langur. 

Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tilmæld loysn

Vegurin eigur at verða gjørdur við vegøksl.

Mælt verður til at gera tveir dvalarvikar á leiðini. Ein úti á eggini og ein við útsýni norður eftir Suðuroynni. 

Heilt úti á eggini liggur ein høvd fram við vegnum. Mælt verður til at gera høvdina til eitt uppihaldsstað, haðani útsýnið er bæði norður- og suðureftir.

Kostnaðarmeting 2019

Dagføringar av vegi:
47 mió. krónur.

Dvalarvikar:
500.000 krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: