Pendlaraplássí Kollfjarðardali

Núverandi støða

Landsverk hevur arbeitt miðvíst við at fáa hóskandi umstøður til tey ferðandi á teimum størru vegamótunum í landinum, so tað ber til at skifta millum bil, buss og ferju. Hetta eru sokallaði pendlarapláss, sum hava til endamáls at gera tað lættari at ferðast millum bústað og arbeiði. Tað er ein sannroynd, at alt fleiri fólk koyra til og frá arbeiði. Á
landsvegnum síggjast javnan bilar parkeraðir við vegamót, tí fólk velja at koyra saman við øðrum.

Tá Kollfjarðartunnilin varð tikin í nýtslu í 1992, varð knútapunktið fyri ferðslu eftir høvuðsvegunum millum Tórshavn, Vágarnar og Eysturoynna flutt úr Kollfjarðardali við íbindingina til Oyggjarvegin til rundkoyringina í Kollafirði. Nýtt busssteðgipláss varð gjørt norðan fyri tunnilin. Av tí at einki parkeringspláss var gjørt til pendlarar, flutti pendlaraplássið frá at vera við Effostøðina til rundkoyringina við brúnna um Dalánna. Har standa javnan fleiri parkeraðir bilar við landsvegin.

Hjá Strandfaraskipum Landsins, sum umsita Bygdaleiðir, er henda staðsetingin sera týdningarmikil, tí har ber til at samla allar bussleiðirnar til og úr Tórshavn, Vestmanna, Vágum, umframt teir bussar, sum fara norðureftir. 

Tilmæld loysn

Mælt verður til at gera eitt nútímans pendlarapláss við rundkoyringina í Kollafirði. Pláss skal vera fyri 4-5 bussum og 30-40 parkeringspláss til bilar hjá pendlarum. Hetta pendlarapláss skal umframt busssteðgipláss og parkeringspláss til pendlarabilar, eisini fevna um eina bensin- og løðistøð, og umstøður hjá pendlarum, har tað er møguligt at fara undir tak at bíða eftir bussinum ella eftir øðrum at koyra saman við. 

Eisini skulu hentleikar fáast til vega, soleiðis at til ber at hava súkkluparkering á økinum.

Kostnaðarmeting 2019

Pendlarapláss við viðkomandi hentleikum:
20 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan. 

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: