Dagføring av Kunoyartunlinum

Núverandi støða

Kunoyartunnilin er 3.031 m til longdar. Við ársbyrjan 2019 búðu 72 fólk í Haraldssundi og 74 í Kunoy. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tunnilin hevur tørv á dagføringum. Mannagongdin kann vera tann sama í Sumbiartunnilin, har talan er um 6 byggistig, og samlaða kostnaðarmetingin er 10-12 mió. krónur.

Ítøkiliga kostnaðarmetingin fyri hvørt byggistig kann broytast í mun til Sumbiartunnilin, men í høvuðsheitum er talan um somu útgerð, ið manglar. Talan er millum annað um uppseting av ljósi og øðrum útbúnaði.

Tunnilin nøktar ikki verandi tørv, sum gongur út yvir høgleika og trygd. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum.

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at játtan verður latin til dagføring av Kunoyartunlinum skjótast gjørligt.

 

Kostnaðarmeting 2019

10-12 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan við aðrar verkætlanir.

 

Seinast dagført: 03.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: