Hátíðarhaldið verður kl. 14:00 við tunnilsmunnan í Dali og tá kemur landsstýrismaðurin í vinnu- og samferðslumálum Jacob Vestergaard at halda røðu, umframt Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu. Havnar hornorkestur spælir.
Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14.30, verður tunnilin í stigum latin upp fyri almennari ferðslu og bjóðar Landsverk saman við Húsavíkar kommunu øllum til drekkamunn og hugna niðri í bygdini í Dali.
Áðrenn hátíðarhaldið verður, í samstarvi við Bragdið (felag fyri frælsan ítrótt) og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin úr Húsavík. Gongd, renning og súkkling byrjar kl. 13.20 við tunnilsmunnan í Húsavík. Upphiting er 10 min. áðrenn og er ikki neyðugt við tilmelding.
Nærri kunning er ávegis um ferðsluviðurskiftini í økinum í sambandi við hátíðarhaldið og í sambandi við gomlu og nýggju farleiðina. Skipað verður fyri bussflutningi til/frá Dali og Húsavík í sambandi við hátíðarhaldið og renningina so gott skil kann haldast á ferðsluni.