31-05-2013
Leyst rør elvdi til oljudálking
OLJULEKI: Tað var eitt loysnað rør til ein hydrauliktanga á einum bili hjá IRF, sum elvdi til oljudálkingina í Eysturoynni í morgun. IRF upplýsir, at orsøkin til, at bilførarin ikki varnaðist trupulleikan, var hon, at skipanin ikki er í nýtslu, meðan bilurin koyrir.