27-09-2018
Nýtt sambýli í Hoyvík
UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av sambýli á Mýrini í Hoyvik til fólk við menningartarni bjóðar Landsverk áhugaðum ráðgevum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á heildarráðgeving.

Verkætlanin fevnir um bygging av sambýli á Mýruni 4 og 6 í Hoyvík, sum er ætlað 18 fólkum. Sambýlið fer at hava tríggjar eindir við 6 búfólkum í hvørjari.

Umsóknir til undangóðkenning skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi

mikudagin 17. okt. 2018, klokkan 14.00.

Lesið meira undir "Útboð" á heimasíðuni her

Úrslit: