Sambýli á Mýruni í Hoyvík

UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av sambýli á Mýruni í Hoyvík til fólk við menningartarni bjóðar Landsverk áhugaðum ráðgevum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á heildarráðgeving.

Verkætlanin fevnir um bygging av sambýli á Mýruni 4 og 6 í Hoyvík, sum er ætlað 18 fólkum. Sambýlið fer at hava tríggjar eindir við 6 búfólkum í hvørjari. Av hesum verða 2 eindir sjálvstøðugar íbúðir á 40 fermetrar. Køkur og stova verða knýtt at hvørjari av hesum eindunum.

Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, sum eru fyri seg sjálvan og ikki samanbygdar við restini av sambýlinum. 

Umframt búeindirnar fevnir sambýlið um felags fasilitetir so sum starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing v. baðirúmi og sansa/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm. Sambýlið er ætlað fólki við menningartarni, ið hava tørv á støðugari hjáveru alt samdøgrið.

Komandi útboðið verður framt sum eitt alment útboð við undangóðkenning sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing.

Úrslit: