Seinast dagført: 01-01-2017

7.3.2 Hitabjálving av bygningspørtum

Stk. 1 Áseting

Bygningspartar rundan um rúm, ið vanliga verða upphitað til í minsta lagi 15 °C, skulu gerast soleiðis, at hitamissurin í mesta lagi verður, sum lýst í teiginum:

T > 15°C.

Bygningspartar og bygningslutir rundan um rúm, ið vanliga verða upphitað til meira enn 5 °C og upp til 15 °C, skulu gerast soleiðis, at hitamissurin í mesta lagi verður, sum lýst í teiginum:

5 °C < T< 15 °C:

Vindeygu, hurðar og takvindeygu skulu lúka krøvini í kap. 7.5.

Sí fulla stødd av talvuni her

(7.3.2, stk. 1) Vegleiðing

Verður nýtslan av bygningi, sum verður upphitaður, broytt, verða U-virðini í talvuni á næstu síðu ­somuleiðis nýtt.

Stk. 2 Áseting

Við nýtslu av nevndu U-virðum og linjumissi, sum eru galdandi fyri afturatbygging, sum verður upphitað til í minsta lagi 15 °C, skal samlaða víddin á vindeygum og úthurðum, íroknað ervaljós, glasveggir og lúkur, sum venda út, í mesta lagi vera 22 % av upphitaðu hæddarvíddini í afturatbyggingini.

Í útrokningini verður hæddarvíddin og víddin á vindeygum og úthurðum í handlum o.tíl. í atkomuhæddini ikki íroknað.

(7.3.2, stk. 2) Vegleiðing

Við upphitaða hæddarvídd skilst samlað hæddar­vídd av teimum hæddum, sum eru upphitaðar, íroknað møgulig glasrúm, kjallarar og yvirdekkað rúm, sum eru upphitað til í minsta lagi 15 °C.

Bilhús í kjallarahæddini er ikki partur av tí upphitaðu hæddarvíddini.

Við vídd á vindeygum og úthurðum skilst víddin á tí opi, sum vindeygað ella úthurðin verður bygd inn í.
Fyri ervaljós kann yvirflatuvíddin á ervaljósinum nýtast.

Vísast kann til “DS 418, Beregning af bygningers varmetab”.

Stk. 3 Áseting

Verður nýtslan broytt, kunnu byggitøknilig viðurskifti hava við sær, at ásetingarnar í stk. 1-2 ikki kunnu lúkast til fulnar. Aðrar orkuloysnir skulu tá bøta um hetta.

(7.3.2, stk. 3) Vegleiðing

T.d. kann vera trupult at lúka krøvini um linjumiss fyri verandi vindeygu og undirstøði. Í staðin kann ein samsvarandi orkunøgd sparast, t.d. við meir­bjálving, sólhitaútbúnaði, hitapumpuútbúnaði ella sólkyknum.

 

Stk. 4 Áseting

Broytingar av bygningum, sum hava við sær økta orkunýtslu, kunnu fremjast, um samsvarandi orkusparingar verða framdar aðrastaðni. Broytingarnar skulu lúka krøvini í stk. 1.

(7.3.2, stk. 4) Vegleiðing

Ásetingin verður t.d. tikin í nýtslu, um so er, at vindeygavíddin verður økt.

Økta orkunýtslan kann bøtast við t.d. meirbjálving, sólhitaútbúnaði, hitapumpuútbúnaði ella sólkyknum.

Úrslit: