Seinast dagført: 01-01-2017

4.5 Væta og haldføri

Stk. 1 Áseting

Bygningar skulu gerast soleiðis, at vatn og væta ikki føra við sær skaðar á bygningin, íroknað vánaligt haldføri ella heilsuligar trupulleikar, sí somuleiðis kap. 6, Inniumhvørvi.

(4.5, stk. 1) Vegleiðing

Vætuárin kunnu koma frá regni, kava, omaná­vatni, vatni í lendinum, vátum byggitilfari, ávirkan av nýtslu­vatni og slavnari luft.

Stk. 2 Áseting

Bygningar skulu tryggjast ímóti skaðiligari upphópan av vætu frá inniluftini. Bygningar skulu harafturat tryggjast ímóti vætu frá lendinum.

Stk. 3 Áseting

Bygningar skulu tryggjast ímóti omanávatni og takvatni, við at leiða tað burtur.

Bygningar skulu verjast fyri vatni frá lendinum og omanávatni, sum setur inn ímóti bygninginum.

Verður drenað kring bygningin, skal drenið gerast sbrt. ”DS 436 Norm for dræning af bygværker m.v.”

(4.5, stk. 3) Vegleiðing

Viðvíkjandi frárenningarskipanum verður víst til kap. 8.4.3.
 

Stk. 4 Áseting

Klimaskermurin skal gerast soleiðis, at regn og távatn frá kava ikki treingja inn. Tøk skulu gerast soleiðis, at regn og távatn frá kava renna frá á fullgóðan hátt. Takvatn skal leiðast til frárenningar­skipanir umvegis takrennur og/ella rennustokkar.

Kommunali byggimyndugleikin kann geva frávik frá ásetingini, tá ið talan er um bygningar, sum liggja serliga frítt fyri, íroknað summarhús, bilhús, úthús og líknandi smærri bygningar, treytað av, at tað ikki er til ampa fyri vegøkir ella grannagrundøkir.

(4.5., stk. 4) Vegleiðing

Klimaskermurin fevnir um m.a. tekjur, útveggir, hurðar, vindeygu og lendisgólv.

Stk. 5 Áseting

Vátrúm, so sum baðirúm, grovkøkar og vesirúm við gólvfrárenning, skulu lúka hesi krøv:

  1. Gólv og veggir skulu gerast soleiðis, at tey kunnu standa ímóti vætuárini og mekaniskum og evnisligum ávirkanum, sum vanliga koma fyri í vátrúmum.
     
  2. Gólv og gólválegging, íroknað saman­komingar, íbindingar, rørgjøgnumføringar o.tíl., skal gerast vatntætt.
     
  3. Veggir og veggjaklæðing, herundir samankomingar, íbindingar, rørgjøgnumføringar o.tíl. skulu gerast vatntættir í tí partinum av rúminum, har vatnárinið er.
     
  4. Samankomingar millum veggir og gólv skulu somuleiðis gerast vatntættar.
     
  5. Gólv í vátrúmi skal gerast við halli, soleiðis at vatn verður leitt til gólvfrárenning.
     
  6. Í tí partinum av vátrúminum, har áhaldandi vatnárin kann væntast, mugu rørgjøgnum­føringar ikki gerast í gólvinum.
     
  7. Við nýtslu av løttum veggjum og gólv- og veggkonstruktiónum, sum eru gjørdar av træ ella øðrum lívrunnum tilfari, skal hóskandi vatntættingarskipan nýtast.
(4.5, stk. 5) Vegleiðing

Legg til merkis, at vesirúm uttan gólvfrárenning ikki eru at rokna sum vátrúm.

Roknast má við, at økið í og uttan um brúsu og baðikar javnan vera fyri vatnárini.

Vísast kann til ”SBi anvisning 200, Vådrum”, sum lýsir, hvussu gólv og veggir í vátrúmum eiga at verða gjørd, umframt dømir um ráðlegging, prosjektering og gerð av baðirúmum í nýggjum og gomlum bústøðum.

Úrslit: