Seinast dagført: 01-01-2017

3.4.2 Arbeiðsrúm

Stk. 1 Áseting

Arbeiðsrúm skulu í stødd, rúmhædd og rúmvídd vera soleiðis, at arbeiðið kann fara fram á tryggan hátt í mun til tað, sum rúmið verður brúkt til og til talið av starvsfólkum, sum vanliga arbeiða í rúminum.

(3.4.2, stk. 1) Vegleiðing

Kravið kann lúkast við, at sjálvt smá arbeiðsrúm verða gjørd við einari fríari loftshædd á í minsta lagi 2,5 m og hava eina rúmvídd á í minsta lagi 12 m³ fyri hvønn persón, sum arbeiðir í rúminum.

Um so er, at tað í einum arbeiðsrúmi kunnu vera munandi fleiri fólk enn tey, sum arbeiða í rúminum, eigur rúmvíddin at økjast samsvarandi talinum av hesum fólkum.

Kommunali byggimyndugleikin kann loyva, at rúmvíddin verður minkað, um so er, at munadygt mekaniskt luftskifti verður sett upp í rúminum, tó eigur rúmvíddin í hesum førum ikki at vera undir 8 m³ pr. persón.

Við arbeiðsrúm skilst eitt og hvørt rúm, har ið arbeitt verður.

Stk. 2 Áseting

Stødd og rúmvídd í vanligum flokshølum í skúlum og tilhaldsrúmum í barnaansingarstovnum skulu vera nøktandi í mun til talið av børnum og starvsfólkum.

Tilhaldsrúm í barnaansingarstovnum skulu í minsta lagi hava eina fría gólvvídd á 3 m² pr. barn í vøggustovum og 2 m² pr. barn í ­barnagørðum.

Vanlig flokshøli í skúlum – við munadyggum luftskifti – skulu hava rúmvídd á í minsta lagi 6 m3 pr. persón.

(3.4.2, stk. 2) Vegleiðing

Í útrokning av rúmvíddini verða bara teir partar av rúminum, har ið tað við atliti at loftshæddini er loyvt at innrætta arbeiðspláss, íroknaðir. Harafturat eigur atlit at takast at maskinum, innbúgvi og lutum á goymslu o.ø., sum taka rúmd.

Tann parturin av rúminum, sum liggur meira enn 4,0 m yvir gólvinum, er ikki íroknaður, tá ið rúmvíddin verður útroknað.

Viðvíkjandi luftskiftisviðurskiftum á dagstovnum og í vanligum flokshølum í skúlum verður víst til kap. 6.3.1.3, stk. 1-2.

Stk. 3 Áseting

Tá bygt verður inn í lendið skal tryggjast, at inniumhvørvið í tilhaldsrúmum á dag- og samdøgursstovnum og í vanligum flokshølum í skúlum er nøktandi. Víst verður til kap. 4, Konstruktiónir og kap. 6, Inniumhvørvi.

Úrslit: