Gólvið undir og uttan um opnar- og afturlatnar eldstaðir (peisir og brenniovnar), konglaovnar (pillebrændeovne) og innbygdar ovnar (masseovne) skal vera úr tilfari, ið ikki kann brenna, ella vera lagt á við tilfari, ið ikki kann brenna, soleiðis at forðað verður fyri, at neistar seta eld í.
Ásetingin kann t.d. lúkast við, at tilfarið, sum ikki kann brenna, røkkur í minsta lagi 300 mm fram um afturlatnan eldstað (brenniovn) og í minsta lagi 500 mm fram um opnan eldstað (peis).Tilfarið, ið ikki kann brenna, eigur harumframt at røkka í minsta lagi 150 mm útum báðumegin við opið á eldstaðnum og í minsta lagi 150 mm aftur um framsíðuna á eldstaðnum.
Viðvíkjandi frástøðu til tilfar, ið kann brenna, verður víst til kap. 8.1.
Afturlatnir eldstaðir (brenniovnar) kunnu hava roykspjell at stilla við hond, sum afturlatin tryggja eina fría gjøgnumráksvídd á í minsta lagi 20 cm².
Vatntangar í opnum og afturlatnum eldstøðum (peisum og brenniovnum) mugu ikki bindast í tættan miðstøðuhitaútbúnað. Hetta er tó ikki galdandi, um trygdarventilur verður settur á hvønn ketil sær (hitagevandi eind).
Við tættan miðstøðuhitaútbúnað skilst útbúnaður við trygdarventilum og íbundnum trýstvíðkanartanga.
Forboðið ímóti at binda í tættan miðstøðu-hitaútbúnað kemst av, at brenning í opnum og afturlatnum eldstøðum (peisum og brenni-ovnum) ikki verður stýrd sjálvvirkandi sum í afturlatnum eldstøðum (brenniovnum), kyndir við olju ella gassi.
Tí er vandi fyri ovhiting við jøvnum millumbilum og harvið fyri spreinging í útbúnaðinum.
Viðvíkjandi trygdarventili á ketlum kann vísast til donsku vegleiðingina “B.4.8 Indretning og anvendelse af fyrede varmtvandsanlæg”.
Opnir og afturlatnir eldstaðir (peisir og brenniovnar) mugu ikki bindast í roykrør frá gasskyndum ella oljukyndum brenniútbúnaði, sum lúka krøvini í kap. 8.5.1.4, stk. 2 og heldur ikki í roykrørskipanir, har ketlar eru íbundnir, sum eru skipaðir til yvirtrýstbrenning.