Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.2.2 Heitt vatn

Stk. 1 Áseting

Vatninnleggingar skulu gerast og virka soleiðis, at minst møguligur vandi er fyri bakteriugróðri.

(8.4.2.2, stk. 1) Vegleiðing

Tilfar og staklutir skulu hóska til føroyska vatnið, sum í flestu førum er súrt yvirflatuvatn.

Um innleggingar úr t.d. sýruføstum stáli verða ­nýttar, skal framleiðarin prógva, at hesin ikki tærist av tí føroyska vatninum.

Vísast kann til “Rørcenter-anvisning 017, Legionella – Installationsprincipper og bekæmpelses­metoder”. Harafturat verður víst á, at ymiskt tilfar, so sum náttúrugummi og syntetisk gummi, kunnu vera við til gróður av legionella. Innleggingin eigur sostatt at taka hædd fyri tílíkum tilfari, um tað verður nýtt.
 

Stk. 2 Áseting

Útbúnaður til framleiðslu av heitum nýtsluvatni skal, við atliti at tali av tappingarstøðum og nýtslu, kunna veita nóg stóra vatnnøgd og nóg stórt vatnrák við einum hita, sum er hóskandi til endamálið.

Heita vatnið skal vera passaliga heitt innan rímiliga bíðitíð.
 

(8.4.2.2, stk. 2) Vegleiðing

Hugsast má um, hvussu stórur tørvur er á heitum vatni við øll tappingarstøð. Er vatnnýtslan lítil og leiðingarnar langar, er nærupphiting ein møgulig loysn.

Stk. 3 Áseting

Vatninnleggingar skulu gerast soleiðis, at vandi ikki er fyri at skálda seg, tá ið vatn verður tappað, og soleiðis, at yvirflatuhiti ikki er so høgur, at hann kann viðføra fólkaskaða.

(8.4.2.2, stk. 3) Vegleiðing

Í t.d. barnagørðum og øðrum stovnum eiga serlig ­atlit at takast at tappingarstøðum, soleiðis at tryggjað verður, at heita vatnið ikki verður ov heitt til ampa fyri brúkaran.

Stk. 4 Áseting

Løgir, sum eru ymiskir frá vatni, og sum verða nýttir í hitavekslarum til nýtsluvatn, skulu kunna slóðast í heita nýtsluvatninum.

Úrslit: