Seinast dagført: 01-01-2017

6.4.2 Bústaðir og aðrir bygningar nýttir til gisting

Stk. 1 Áseting

Bústaðir og líknandi bygningar, sum verða nýttir til gisting, og innleggingar í hesar skulu gerast soleiðis, at tey, sum eru í bygninginum, ikki verða nervað av ljóðum frá rúmum í bústaðar- og vinnueindum, sum liggja upp at bygninginum, frá innleggingum í sjálvum bygninginum og frá ferðslu á vegum nærhendis.

6.4.2, stk. 1 – stk. 4) Vegleiðing

Bústaðir fevna í hesum sambandi eisini um hotell, studentagarðar, næmingaheim, gistingarhús, felagsíbúðir, kostskúlar, sjúkrahús, røktarheim, samdøgursstovnar o.tíl. bygningar, sum verða nýttir til gisting.

Virkiskravið fyri bústaðir er roknað at vera lokið, tá ið tað er framt sum flokkur C i ”DS 490, Lyd­klassifikation af boliger”. ”DS 490, Lydklassifikation af boliger” inniheldur eisini mørk fyri bústaðir, sum ljóðliga hava eina betri góðsku enn minstukrøvini í bygningsreglugerðini – talan er um flokk B og flokk A.

Fyri at røkka virkiskravinum í DS 490 um ferðsluóljóð innandura, er niðanfyri nevnda markvirði galdandi: Markvirðið er galdandi í sambandi við bygging við vegir við ferðslu, sum fyri hvønn einstakan bygning hevur við sær eitt óljóðsstig á meira enn 58 dB. Markvirðið verður lýst sum Lden virði.

Í samband við óljóð frá tøkniligum innleggingum í vinnueindum í sama bygningi sum bústaðir, verður virkiskravið innandura í búrúmum roknað at vera lokið, tá ið óljóðsstigið ikki fer upp um virðini, sum svara til vegleiðandi markvirðini frá ”Tabel III í ­Miljøstyrelsens Vejledning nr. 5/1984”.

Uppskot til markvirði fyri lágfrekvent óljóð og infraljóð í búrúmum er at finna í ”Orientering fra Miljøstyrelsen nr. 9/1997”.

Virkiskravið fyri óljóð uttandura frá tøkniligum ­innleggingum er roknað at vera lokið, tá ið ­óljóðsstigið ikki fer upp um virðini, sum svara til ­tey vegleiðandi markvirðini fyri náttartíðarskeið í ”Tabel I í Miljøstyrelsens Vejledning nr. 5/1984”.

Stk. 2 Áseting

Eru rúm við serliga nervandi óljóði upp at bústaði ella felags tilhaldsrúmi, skulu serstøk ljóð­bjálvandi átøk gerast.

(6.4.2, stk. 2) Vegleiðing

Við felagsrúm skilst t.d. felags tilhaldsrúm fyri fleiri bústaðir, trappurúm ella gan

Stk. 3 Áseting

Tøkniligar innleggingar mugu ikki elva til nervandi óljóðsstig uttan fyri vindeygu og á fríløtuøkjum, íroknað altanum, takterassum, útirúmum o.tíl.

Stk. 4 Áseting

Eftirljómstíðin í felagsrúmum skal vera tillagað nýtsluni.

Stk. 5 Áseting

Fyri rúm í einbýlishúsum eru bara oman fyri nevndu óljóðskrøv til tøkniligar innleggingar og ferðslu galdandi.

Stk. 6 Áseting

Fyri rúm í frítíðarhúsum á frítíðarhúsøkjum eru oman fyri nevndu óljóðskrøv bara galdandi fyri tøkniligar innleggingar.

Úrslit: