Seinast dagført: 01-01-2017

6.3.2.4 Mineralull

Stk. 1 Áseting

Tilfar við mineralull við yvirflatum móti innium­hvørvinum skal vera haldgott og væl egnað til endamálið, so tað ikki letur frá sær mineral­ullstrevjur til inniumhvørvið.

(6.3.2.4, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingin fevnir um byggitilfar, sum hevur ullintan konsistens, og er gjørt úr smeltaðum steini, glasi o.tíl.

Ásetingin fevnir t.d. um ávís loft, innblásingarrør og ljóðdoyvarar í innblásingarútbúnaði.

Bjálvingartilfar, sum ikki er í beinleiðis sambandi við inniumhvørvið, er ikki partur av hesum kravi.

Kravið kann sigast at vera lokið, um tilfarið t.d. er viðgjørt á yvirflatuni ella á annan hátt er fjalt, innilokað ella innsiglað.

Úrslit: