Kommunali byggimyndugleikin kann í hesum førum geva einum eigara tíðaravmarkað loyvi til at nýta part av grannagrundøki:
Eru grannar ósamdir, kann kommunali byggimyndugleikin hóast hetta geva umsøkjaranum loyvi til at nýta ein part av grannagrundøkinum, meðan byggiarbeiðið verður gjørt.
Meðan byggiarbeiðið fer fram, eigur tann, ið byggir, at taka øll neyðug tryggingarráð, soleiðis at vart verður fyri skaða á grannaogn.
Tað kann snúgva seg um loyvi at seta skorður, stiga, byggikrana, byggipall, skýli ella líknandi á grannagrundøki ella um loyvi til at fáa atgongd umvegis eitt grannagrundøki.
Nýtslan av grannaøki skal fara fram á ein slíkan hátt, at minst møguligur ampi stendst av hesum.
Tá ið arbeiðið er liðugt, skal tann, sum hevur fingið loyvið, skjótast gjørligt fáa grannaøkið aftur í sama stand sum áður.
Kommunali byggimyndugleikin kann áseta eina tíðarfreist fyri nýtslu av grannaognini.
Viðførir ein nýggj bygging í grannamark, ella broyting ella burturtøka av verandi bygging í mark, at grannin má broyta ella taka burtur konstruktiónina við markið, skal grannin hava møguleika at gera tað neyðuga, áðrenn byggiarbeiðið forðar hesum.