Seinast dagført: 01-01-2017

2.4.3 Atkomu- og tilkoyringarøkir

Stk. 1 Áseting

Atkomuligt skal vera frá vegi til inngangir í bygningum og til óbygd øki á ognini.

Atkomu- og tilkoyringarøkir skulu lagast til slag av bygging og skulu gerast við ljósi. Trappur og rampur skulu hava sterkasta ljósið.

(2.4.3, stk. 1) Vegleiðing

Ljós á atkomu- og tilkoyringarøkjum eigur at lýsa leiðina og ikki blenda.

Í sambandi við gerð av atkomu- og tilkoyringar­økjum eigur at verða tikið hædd fyri ferðslu – serliga við vegamót.

Kommunali byggimyndugleikin hevur rætt til at ­krevja, at ljósútbúnaður skal vera á alment til­gongdum felagsvegum.

Stk. 2 Áseting

Atkomu- og tilkoyringarøkir skulu gerast soleiðis, at fólk við rørslutarni kunnu nýta bygningin. Atkomuøkir frá vegi, íroknað parkeringsøkir, til óbygd økir á ognini og til inngangir í bygningum, skulu vera í minsta lagi 1,3 m breið og við javnari og fastari álegging.

Hæddarmunir á atkomuøkjum skulu javnast út í lendinum ella við rampu. Afturat rampum kunnu trapputrin gerast, sum í mesta lagi eru 150 mm høg og í minsta lagi 300 mm djúp. Viðvíkjandi ger av rampum verður víst til kap. 3.2.2 um felags atkomuleiðir.

(2.4.3, stk. 2) Vegleiðing

”DS-håndbog 105, Udearealer for alle – Anvisning for planlægning og indretning med henblik på handicappedes færden” fevnir um vegleiðingar um tilevning av tí fysiska umhvørvinum við tí í hyggju at geva fólki við rørslutarni størri frælsi, rásarúm og trygd.

Rampur við halli millum 1:25 og 1:20 kunnu í staðin fyri handlistar gerast við verju ella ájavnt lendinum uttanum.

Stk. 3 Áseting

Gonguøkir til byggingina skulu gerast við skilligum skilnaði frá aðrari ferðslu. Framman fyri trappum í atkomuleiðum skal eitt øki á 0,9 m x trappubreiddina gerast, sum skal merkjast taktilt og vera í øðrum liti enn tí, sum annars er uttanum. Trappur skulu hava stoyttrin, og trinforkanturin skal vera frámerktur í mótliti.

(2.4.3, stk. 3) Vegleiðing

Fyri at sleppa undan at ganga seg í fríttstandandi trappur frá síðuni ella úr neðra, eigur trappan at vera avbyrgd við verju, soleiðis at ein fríhædd á 2,2 m verður hildin. Við atliti at sjónveikum eigur at vera sloppið undan trinflatum við rimaristum, holum og líknandi, ella eiga hesar at verða gjørdar soleiðis, at blindastavar ikki kunnu fara ígjøgnum trinflaturnar, og førarahundar ikki kunnu skaða klørnar.

Øki við taktilari merking er eitt øki við ójavnari yvirflatu, sum ger, at sjónveik og blind kunnu staðkenna seg.

Stk. 4 Áseting

Portur ella gjøgnumkoyringar, sum eru neyðug sbrt. stk. 1, skulu gerast soleiðis, at bjargingarakfør lættliga kunnu koma inn.

(2.4.3, stk. 4) Vegleiðing

Fyri at bjargingarakfør kunnu koma inn, krevst ein fríbreidd á í minsta lagi 3 m og ein fríhædd á í ­minsta­ lagi 4,3 m. Í smølum gøtum kann vera tørvur á at økja um breiddina á gjøgnumkoyingini.

Stk. 5 Áseting

Fríttliggjandi einbýlishús, sum einans verða brúkt til bústaðarendamál og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum, eru ikki fevnd av ásetingunum í kap. 2.4.3, stk. 1-3.

(2.4.3, stk. 5) Vegleiðing

Fríttliggjandi einbýlishús, sum lutvíst verða brúkt til vinnuendamál, eru fevnd av ásetingunum í kap. 2.4.3, stk. 1-3.

Úrslit: