Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.3.6 Alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum

Stk. 1 Áseting

Alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, sum eru í økjum uttan aðrar almennar økisásetingar, mugu í mesta lagi vera 12,5 m høgir.

(2.2.3.6, stk. 1) Vegleiðing

Hæddir á bygningunum verða máldar sbrt. ­ásetingunum í skjali 1A.

Stk. 2 Áseting

Siloir/súrhoyggjabrunnar, sum verða gjørdir sum partur av størri bygging av tí slagi, sum er nevnt í stk. 1, og sum hava ein tvørskurð (flatamát) á í mesta lagi 80 m², mugu í mesta lagi vera 20 m høgar/høgir.

(2.2.3.6, stk. 2) Vegleiðing

Ásetingin er eisini galdandi fyri sjálvstøðugar siloir/súrhoyggjabrunnar, sum verða gjørdir sum partur av eini fóðurskipan, samanbundin við rakstrar­bygninginum umvegis eina flutningsskipan.

Tvørskurðurin verður máldur sum vatnrætti flatin á tí breiðasta staðnum á siloini/súr-hoyggjabrunninum.

Úrslit: