Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.3.4 Bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smáir bygningar

Stk. 1 Áseting

Niðanfyri nevndu bygningar skulu fylgja ásetingunum í kap. 2.2.3 og 2.2.3.2, men kunnu tó gerast nærri vegi, gøtu og grannamarki enn 2,5 m:

  1. Bilhús og bilskýli.
     
  2. Yvirtaktar terassur á lendi.
     
  3. Vakstrarhús, hjallar, skúrar og líknandi smáar byggingar.
     
  4. Goymslutangar til brenniolju og líknandi innleggingar, sum eru neyðugar til raksturin av sjálvari byggingini.
     
  5. Tøknihús til samskiftisnet og aðrar tænastur.
(2.2.3.4, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingin fevnir um smærri bygningar, sum vanliga kunnu gerast sum sjálvstøðugir bygningar, umframt goymslutangar til brenniolju og líknandi innleg­gingar, sum eru neyðugar til raksturin av bygninginum, sum innleggingin hoyrir til.

Ásetingin fevnir einans um bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smáar bygningar, sum verða bygdir á grundøki, har einbýlishús ella líknandi bygging longu er ábygt.

Ásetingin fevnir ikki um bygningar, ið verða nýttir til bústað, køk, vesi og bað.

Stk. 2 Áseting

Verður bygningur, sbrt. stk. 1, gjørdur nærri vegi, gøtu og marki enn 2,5 m, skulu treytirnar í nr. 1-4 vera loknar:

  1. Eingin partur av útveggjum ella tekju á bygninginum, íroknað møguligan brandkamb, má, innan fyri ein fráleika á 2,5 m frá marki, vera hægri enn 2,5 m yvir planeringshædd.
     
  2. Síða, sum er nærri marki enn 2,5 m, má ikki vera longri enn 8,0 m. Eru fleiri síður, sum eru nærri marki enn 2,5 m, mugu tær tilsamans ikki vera longri enn 12,0 m.
     
  3. Vindeygu, hurðar ella líknandi op mugu ikki vera ímóti grannamarki.
     
  4. Takvatn skal haldast inni á egnum grundøki.
(2.2.3.4, stk. 2) Vegleiðing

Lýkur bygningurin ikki allar treytirnar í nr. 1-4, skal bygningurin viðgerast eftir heildarmetingini í kap. 2.3.

(2.2.3.4, stk. 2, nr. 1) Vegleiðing

Innan fyri 2,5 m frá marki mugu bygningar ikki vera hægri enn 2,5 m. Frá 2,5 m og víðari inn á grundøkið má hæddin á bygninginum ikki vera yvir 2,4 x fráleikan til veg, gøtu og mark.
 

(2.2.3.4, stk. 2, nr. 2) Vegleiðing

Úthang út yvir 0,5 m verður íroknað longdina á bygning­inum. T.d. á einum bilskýli verður longdin máld 0,5 m innan fyri avmarkingina av tekjuni. ­Ásetingin fevnir um allar bygningar, ið eru nærri marki enn 2,5 m, eisini bygningar fevndir av kap. 2.2.3.5.

Stk. 3 Áseting

Í sambandi við frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum skulu bygningar, fevndir av kap. 2.2.3.5, lúka ásetingarnar í kap. 2.2.3.3, stk. 2-4.

Úrslit: