Seinast dagført: 01-01-2017

5.3 Konstruktiv viðurskifti

Stk. 1 Áseting

Byggitilfar og bygningslutir skulu vera soleiðis, at fólk inni í og tætt við bygningin kunnu sleppa til rýmingar út á lendið ella til eitt trygt stað í bygninginum. Somuleiðis skulu bygningar gerast soleiðis, at bjarging av fólki og djórum umframt átaksarbeiðið kann útinnast trygt og fullgott.

(5.3, stk. 1) Vegleiðing

Berandi konstruktiónir í vanligari bygging ­kunnu gerast við eini brunadygd, sum lýst í donsku ­“Eksempelsamling om brandsikring af byggeri”.

Í samband við dimensjónering av berandi konstruktiónum í brunaligum høpi kann vísast til evrokoturnar í kap. 4.2. Aðrir eldar enn “standard eldar” kunnu nýtast, um teir verða viðgjørdir sum sambæriligir eldar sbrt. “EN1991-1-2, Brandlast” við tilhoyr­andi “EN1991-1-2 DK NA”, og um brunavirðið er ­skjalprógvað.

Stk. 2 Áseting

Bygningslutir skulu festast og byggjast soleiðis saman, at konstruktiónin í brunatøkniligum høpi ikki er verri enn tað, sum krevst av tí einstaka bygningslutinum.

Stk. 3 Áseting

Bygningslutir skulu gerast soleiðis, at eldur ikki kann breiða seg frá einum brunatøkniligum bygningsparti, t.d. brunaeind ella brunadeild, umvegis t.d. væðing, niðurhongt loft ella opið gjøgnumgangandi rúm, sum fer framvið einum ella fleiri brunaskiljandi bygningslutum.

Stk. 4 Áseting

Í bygningum har gólvið í ovastu hædd er meiri enn 22 m oman fyri lægsta jørðildið, skulu, í samband við dimensjónering av berandi konstruktiónum, takast serlig atlit at:

  • Bráðflutningstíðini,
     
  • átakstíðini,
     
  • atkomumøguleikum hjá sløkkiliðnum til hæddirnar,
     
  • brunaávirkanini o.tíl.
Úrslit: