Seinast dagført: 01-01-2017

5.1.1 Nýtsluflokkar

Stk. 1 Áseting

Hvør bygningspartur skal vísa til ein av niðanfyri nevndu nýtsluflokkum treytað av veruligu nýtsluni av bygningspartinum:

 

Nýtsluflokkur 1:
Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 1 er, at byggingin er innrættað til dagtilhald, har fólk halda til, sum kenna rýmingarleiðirnar í bygninginum og sjálvhjálpin kunnu koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 2:
Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 2 er, at byggingin er innrættað til dagtilhald til fá fólk í hvørjum tilhaldshøli sær. Tey, ið halda til í hesum, nýtast ikki at kenna til rýmingarleiðirnar í bygninginum, men kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 3:
Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 3 er, at byggingin er innrættað til dagtilhald til nógv fólk í hvørjum tilhaldshøli sær. Tey, ið halda til í hesum, nýtast ikki at kenna til rýmingarleiðirnar í bygninginum, men kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 4:
Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 4 er, at byggingin er innrættað til náttartilhald. Fólk, ið halda til í hesum, kenna til rýmingarleiðirnar í bygninginum, og kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 5:
Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 5 er, at byggingin er innrættað til náttartilhald. Fólk, ið halda til í hesum, nýtast ikki at kenna rýmingarleiðirnar, men tey kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 6:
Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 6 er, at byggingin er innrættað til dag- og náttartilhald. Fólk, ið halda til í hesum, kunnu ikki sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

(5.1.1, stk. 1) Vegleiðing

Bygningspartur (Bygningsafsnit)
Oftast er ein størri bygningur við ymiskum nýtslum sundurbýttur, soleiðis at ymisku nýtslurnar eru í hvør sínum bygningsparti. Ein bygningspartur er sostatt ein partur av bygninginum, ætlaður til eina ávísa nýtslu, ella nýtsluvíddin í bygninginum er so mikið stór, at neyðugt er at býta nýtsluna sundur í bygningspartar.

Ein bygningspartur er eitt ella fleiri rúm innan sama nýtsluflokk ella við sama eldvanda. Til ein bygnings­part hoyra eisini gangir, trappur og rúm, sum hava beinleiðis tilknýti til tann avvarðandi bygningspartin, t.d. smærri skrivstovur, goymslurúm og vesi. Ein bygningspartur er oftast ein sjálvstøðug brunadeild.

Brunatøkniligur bygningspartur
(Brandmæssig enhed)

Ein bygningur kann vera býttur upp í ein ella fleiri brunatøkniligar bygningspartar. Uppbýtið av einum bygningi í fleiri brunatøkniligar bygnings­partar tryggjar, at eldurin ikki spjaðist skjótt runt í bygninginum og harvið hevur við sær óneyðugan vanda fyri persónstrygdini og virðum, ella minkar um møguleikarnar hjá sløkkiliðnum at sløkkja eldin. Uppbýtið í brunatøkniligar bygningspartar veldst um støddina á og nýtsluna í bygninginum.

Sundurbýtið í brunatøkniligar bygningspartar skal forða fyri, at eldurin spjaðist í tíðar­skeiðinum, sum krevst hjá fólki at koma út og burtur frá ­bygninginum, til bjarging av fólkum, og til ta tíð tað krevst at útinna sløkkiarbeiðið. Í vanligari bygging er ein brunatøkniligur bygningspartur vanliga ein ella fleiri brunaeindir, men kann eisini vera ein ella fleiri brunadeildir.

Brunadeild (Brandsektion)
Ein brunadeild er ein bygningur ella ein partur av einum bygningi, sum er gjørdur soleiðis, at eldur ikki spjaðist til aðrar brunadeildir í tíðarskeiðinum, sum krevst fólki at koma út og burtur frá bygninginum, og ta tíð tað tekur átakinum at bráðflyta og bjarga fólki. Ein brunadeild er skilað frá øðrum rúmum ella bygningum við bygningslutum í brunaflokki REI 60 A2-s1,d0 (BS-60) fyri berandi bygningslutir ella EI 60 A2-s1,d0 (BS-60) fyri ikki berandi bygningslutir.

Brunaeind (Brandcelle)
Ein brunaeind er eitt ella fleiri rúm, haðani ­eldurin ikki spjaðist til aðrar brunaeindir í tíðar­skeiðinum, sum krevst fólki at koma út og burtur frá ­byg­ninginum, og ta tíð tað tekur átakinum at bráðflyta og ­bjarga fólki. Ein brunaeind er skilað frá øðrum rúmum við bygningslutum í brunaflokki REI 60 (BD-60) fyri berandi bygningslutir ella EI 60 (BD-60) fyri ikki berandi bygningslutir.

Tá talan er um fá fólk skilst vanliga við í mesta lagi 50 fólk í hvørjum rúmi, sum er egið í brunaligum høpi.

 

Dømi um nýtsluflokk 1:
Skrivstovur, ídnaðar- og goymslubygningar, alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá land­búnaðinum, bilhús og onnur smáhús, bilskýli og ­onnur skýli, ávís parkeringshús í eini ella fleiri ­hædd­um og tøknihús til ymiskar tøkniligar tænastur.

 

Dømi um nýtsluflokk 2:
Undirvísingarhøli, frítíðarskúlar og ungdómshús, dagtilhald og onnur líknandi rúm til í mesta lagi 50 fólk, har hvørt rúmið er sundurskilt brunatøkniliga.

 

Dømi um nýtsluflokk 3:
Handlar, høli og hús til størri samkomur, fram­sýningarhøli, matstovu- og veitsluhøli, høli í dagstovnum, skúlum o.tíl. (t.d. fimleikahøli, felagsrúm), ítróttarhallir, kirkjur, størri bilhús t.d. í handilsmiðstøðum (parkeringshús), fundarhøli, ­mentanar- og tónleikahøli, dansihøli, biografar og onnur líknandi rúm til fleiri enn 50 fólk.

 

Dømi um nýtsluflokk 4:
Einbýlishús, tvíhús, raðhús, hús í trunka, frítíðarhús, íbúðarbygningar o.tíl.

 

Dømi um nýtsluflokk 5:
Gistingarhús, hotell, skúlaheim, næmingaheim og studentagarðar, vallaraheim, ból og biti, kosthús o.tíl.

 

Dømi um nýtsluflokk 6:
Eldraíbúðir, eldrasambýli, viðgerðar-, kanningar- og seingjardeildir á sjúkrahúsum, røktarheim, afturlatnir stovnar, íbúðir og tilhald til kropsliga og sálarliga óhjálpin, vøggustovur og barnagarðar.

Úrslit: