Seinast dagført: 01-01-2017

7.5 Minsta hitabjálving

Stk. 1Áseting

Verða orkukarmurin í kap. 7.2 ella karmurin fyri hitamiss í kap. 7.3.3 nýttir, skulu einstøku bygningspartarnir bjálvast soleiðis, at hita­missurin gjøgnum teir ikki fer upp um virðini í niðanfyri nevndu talvu.

(7.5 stk. 1)Vegleiðing

Kravið um minstu hitabjálving stavar ikki bara frá ynskinum um orkusparing, men er eisini knýtt at høgleikanum (komfortini) og vandanum fyri ­kondens. Ásetti minsti hitamissur er ­galdandi fyri allan bygningspartin, umframt einstøku ­bygningslutirnar.

Møguligar kuldabrúgvar í bygningpørtum ­skulu sostatt roknast uppí. Í ”DS418, Beregning af bygningers varmetab” eru lýsingar av vanligum kuldabrúgvum og týdningi teirra fyri hitamiss.

Fyri vindeygu og úthurðar, íroknað portur, glas­veggir og lúkur, verður yvirførsluvíddin roknað sbrt. DS418, “Beregning af bygningers varmetab”.

Ásettu U-virðini eru galdandi fyri allan bygningslutin, íroknað rammu og karm.

Úrslit: