Verða orkukarmurin í kap. 7.2 ella karmurin fyri hitamiss í kap. 7.3.3 nýttir, skulu einstøku bygningspartarnir bjálvast soleiðis, at hitamissurin gjøgnum teir ikki fer upp um virðini í niðanfyri nevndu talvu.
Kravið um minstu hitabjálving stavar ikki bara frá ynskinum um orkusparing, men er eisini knýtt at høgleikanum (komfortini) og vandanum fyri kondens. Ásetti minsti hitamissur er galdandi fyri allan bygningspartin, umframt einstøku bygningslutirnar.
Møguligar kuldabrúgvar í bygningpørtum skulu sostatt roknast uppí. Í ”DS418, Beregning af bygningers varmetab” eru lýsingar av vanligum kuldabrúgvum og týdningi teirra fyri hitamiss.
Fyri vindeygu og úthurðar, íroknað portur, glasveggir og lúkur, verður yvirførsluvíddin roknað sbrt. DS418, “Beregning af bygningers varmetab”.
Ásettu U-virðini eru galdandi fyri allan bygningslutin, íroknað rammu og karm.