Seinast dagført: 01-01-2017

8.7 Burturkoyrsluútbúnaður

Stk. 1 Áseting

Burturkoyrsluútbúnaður skal gerast soleiðis, at viðurskiftini viðvíkjandi heilsu og trygd eru nøktandi, og at flest møgulig atlit eru tikin til endurnýtslufremjandi ruskskipanir.

Stk. 2 Áseting

Tá bygt verður, skal altíð tryggjast, at hand­faring, skiljing, goymsla, burturbeining og flutningur av ruski kann fara fram á tryggan hátt.

Kommunali byggimyndugleikin ásetur talið av íløtum, kassum, tangum o.ø. og støddina á øki, sum er neyðugt fyri at skilja ruskið í fleiri bólkar.

(8.7, stk. 2) Vegleiðing

Vísast kann til donsku ”At-vejledning D.2.24, ­Indretning og brug af dagrenovationssystemer”

Stk. 3 Áseting

Rusktangar, kassar o.tíl. skulu setast í somu hædd sum innkoyringin til ruskheintingina, ella soleiðis, at lætt er at heinta ruskið við tøkniligum hjálpartóli.

Stk. 4 Áseting

Verða rúm innrættað í bygninginum til at goyma rusk í, skulu gólv, veggir og loft í minsta lagi gerast sum brunatøkniligur bygningspartur fyri seg.

(8.7, stk. 4) Vegleiðing

Brunatøkniligi bygningsparturin skal gerast við bygningsluti EI 60 A2-s1, d0 [BS- bygningsdel 60] og luftskiftisrør í minsta lagi sum bygningslutur EI 30 A2- s1,d0 [BS- bygningsdel 30] ella bygningslutur E 60 [F- bygningsdel 60].

Hurðar skulu vera beinleiðis útum.

Rúmið skal hava luftskiftisútbúnað, sum annað­hvørt er útsúgvingarútbúnaður við opum útum, ella innblástrar- og útsúgvingarútbúnaður.

Stk. 5 Áseting

Krøvini til luftskifti í ruskrúmum eru:

  1. Tilflutningur av útiluft: Rist ella annað op útum skal vera niðri við gólv. Víddin á ristini/opinum skal kunna flyta eina luftnøgd inn, sum samsvarar luftnøgdini, ið verður sogin út. Verður innblástrarútbúnaður nýttur, skal luftnøgdin, ið verður blást inn, samsvara luftnøgdini, ið verður sogin út.
     
  2. Útsúgving: Tvørmát á útsúgving skal vera í erva og vera í minsta lagi 150 cm². Luft­nøgdin skal vera 1 l/sek. fyri hvørt ruskílat, tó í minsta lagi 15 l/sek.

Stk. 6 Áseting

Ruskslokur og luftskiftisrør frá ruskslokum skulu gerast soleiðis, at brunatrygdin er nøktandi. Lúkur til ruskslokur skulu vera úr tilfari, ið ikki kann brenna, og mugu ikki setast inni í íbúðini. Ruskslokur skulu hava luftskifti við útsúgvingar­útbúnað, og rúmið, har ruskslokurnar verða førdar niður til skal hava op beinleiðis útum.

(8.7, stk. 6) Vegleiðing

Ruskslokur skulu í minsta lagi gerast við veggi sum bygningslutur EI 60 A2-s1,d0 [BS- bygningsdel 60] og luftskiftisrør yvir ruskslokuni sum bygningslutur EI 30/E 60 (ve ho i <-> o) A2-s1,d0 [BS-kanal 30 med integritet som F-kanal 60].

Stk. 7 Áseting

Krøv til luftskifti í ruskslokum eru:

  1. Tilflutningur av útiluft: Op útum niðri við gólv við eini vídd á 25 cm² fyri hvønn ruskkassa.
     
  2. Útsúgving: Luftnøgd 80 l/sek., tá ið ein lúka til rusksloku ella hurð til ruskkassa er opin.
Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}