Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.1.3 Opnir eldstaðir, afturlatnir eldstaðir, konglaovnar og innbygdir ovnar

Stk. 1 Áseting

Gólvið undir og uttan um opnar- og afturlatnar eldstaðir (peisir og brenniovnar), konglaovnar (pillebrændeovne) og innbygdar ovnar (masse­ovne) skal vera úr tilfari, ið ikki kann brenna, ella vera lagt á við tilfari, ið ikki kann brenna, soleiðis at forðað verður fyri, at neistar seta eld í.

(8.5.1.3, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingin kann t.d. lúkast við, at tilfarið, sum ikki kann brenna, røkkur í minsta lagi 300 mm fram um afturlatnan eldstað (brenniovn) og í minsta lagi 500 mm fram um opnan eldstað (peis).Tilfarið, ið ikki kann brenna, eigur harumframt at røkka í minsta lagi 150 mm útum báðumegin við opið á eld­staðnum og í minsta lagi 150 mm aftur um framsíðuna á eldstaðnum.

Viðvíkjandi frástøðu til tilfar, ið kann brenna, verður víst til kap. 8.1.

Stk. 2 Áseting

Afturlatnir eldstaðir (brenniovnar) kunnu hava roykspjell at stilla við hond, sum afturlatin tryggja eina fría gjøgnumráksvídd á í minsta lagi 20 cm².

Stk. 3 Áseting

Vatntangar í opnum og afturlatnum eldstøðum (peisum og brenniovnum) mugu ikki bindast í tættan miðstøðuhitaútbúnað. Hetta er tó ikki galdandi, um trygdarventilur verður settur á hvønn ketil sær (hitagevandi eind).

(8.5.1.3, stk. 3) Vegleiðing

Við tættan miðstøðuhitaútbúnað skilst útbúnaður við trygdarventilum og íbundnum trýstvíðkanartanga.

Forboðið ímóti at binda í tættan miðstøðu-hitaútbúnað kemst av, at brenning í opnum og afturlatnum eldstøðum (peisum og brenni-ovnum) ikki verður stýrd sjálvvirkandi sum í afturlatnum eldstøðum (brenniovnum), kyndir við olju ella gassi.

Tí er vandi fyri ovhiting við jøvnum millumbilum og harvið fyri spreinging í útbúnaðinum.

Viðvíkjandi trygdarventili á ketlum kann vísast til donsku vegleiðingina “B.4.8 Indretning og ­anvendelse af fyrede varmtvandsanlæg”.

Stk. 4 Áseting

Opnir og afturlatnir eldstaðir (peisir og brenni­ovnar) mugu ikki bindast í roykrør frá gass­kyndum ella oljukyndum brenniútbúnaði, sum lúka krøvini í kap. 8.5.1.4, stk. 2 og heldur ikki í roykrørskipanir, har ketlar eru íbundnir, sum eru skipaðir til yvirtrýstbrenning.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}