Umframt turt salt nýtir Landsverk eisini fuktað salt og saltlaka. Hetta roynist sera væl. Serliga tá tað er bæði hálka og vindur er fyrimunur við lakasalti, ið heftir betri á vegbreytini enn leyst salt, sum kann fúka av vegnum, áðrenn hálkan verður bast.
Tá veðurstøðirnar boða frá hálkulíkindum, verða vegirnir við mestu ferðsluni fyrst saltaðir. Játtan og útgerð er ikki til at rudda kava og salta allar landsvegir 24 tímar um samdøgrið. Landsverk hevur tí bólkað landsvegirnar í fýra ymiskar vegflokkar: A, B, C og D. Arbeitt verður í tíðarbilinum, tá tað er mest ferðsla – millum kl. 05 til 21– sunnu- og halgidagar frá kl. 06.
A og B vegir eru teir við mestu ferðsluni. Málið er tí at gera tað trygt at koyra á A og B vegunum fyrst. Undir vanligum umstøðum eru allir vegir í flokki A farbarir frá kl. 06 á morgni – leygardagar frá kl. 07 og sunnudagar frá kl. 08. Málið við B-vegum er at hava teir farbarar yrkadagar frá kl. 06 og í vikuskiftunum frá kl. 08.
C stendur fyri vegum við minni ferðslu, og D eru vegir við næstan ongari ferðslu. Málið fyri C-vegir er, at tað skal bera til at ferðast við lagaligheit eftir hesum vegum. D-vegirnir verða bara ruddaðir eftir áheitan í vanligari arbeiðstíð, eftir at A, B og C-vegirnir eru ruddaðir.
Uttan fyri oman fyri standandi tíðarbil tekur Landsverk serlig atlit til ferðaætlanina hjá Smyrli. Tað sama er galdandi í sambandi við seinkaði flogfør.
Sí yvirlit yvir vegflokkar í landinum – saltaðir teinar eru merktir við reyðum liti – og annars saltætlanir fyri:









og vel
“Add to Home Screen / Føj til hjemmeskærm” fyri at leggja stuttveg til veðrið á telefonina.