Um umbygging ella broytingar viðvíkja klimaskerminum, skulu orkusparingar fremjast.
Tiltøkini viðvíkja bara tí partinum av klimaskerminum, sum broytingin fevnir um.
Krøv til bjálving av klimaskermi og linjumissi eru lýst niðanfyri:
Um gólv, útveggir, hurðar, vindeygu ella takkonstruktión verða skift galda stk. 1-3 uttan mun til lønsemið, sí tó stk. 3.
Lønandi hitabjálving eigur at verða gjørd í sambandi við umvæling ella viðlíkahald av útveggjum, hurðum og vindeygum, gólvum og tekju.
Dømi um umvæling ella viðlíkahald, har ið lønandi bjálving eigur at verða framd, eru:
Linjumissur hevur stóran týdning fyri orkusparing og bágar av inniluftini. Ásetingin um linjumiss í sambandi við skiftan av vindeygum, umvæling av útveggjum ella gólvkonstruktiónum er bara galdandi, um umvælingar verða framdar av øllum lutunum, sum eru orsøk til linjumissin.
Byggitøknilig viðurskifti kunnu hava við sær, at ásetingarnar í stk. 2 hvørki kunnu lúkast á lønandi hátt ella á ráðiligan hátt viðvíkjandi slevju.
Tó kann eitt minni umfatandi arbeiði hava við sær, at orkutørvurin verður minni. Í tílíkum føri skal hetta arbeiðið verða framt.
Broytingar av bygningum, sum hava við sær økta orkunýtslu, kunnu fremjast, um samsvarandi orkusparingar verða framdar aðrastaðni. Broytingarnar skulu lúka krøvini í stk. 1.
Ásetingin verður t.d. tikin í nýtslu, um so er, at vindeygavíddin verður økt.
Økta orkunýtslan kann bøtast við t.d. meirbjálving, sólhitaútbúnaði, hitapumpuútbúnaði ella sólkyknum.