Innanhýsis
Størv


Set títt fingramerki á føroyska bygging

Droymir tú um at bjóða tær sjálvum av og seta varðar eftir teg við týdningarmiklum og stásiligum verkum, so letur Landsverk dyrnar upp fyri tær.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi við bæði praktiskum, meira yvirskipaðum og tvørfakligum uppgávum, ið hava stóran týdning fyri alt samfelagið. Dentur verður lagdur á at skapa varandi virðir, sum virka optimalt, har bæði funktión, byggilist, sniðgeving, trivnaður og tað umhvørvisvinarliga gongur upp í eina hægri eind. Faklig mørk verða brotin niður, og samstarv tvørtur um hesi mørk er ófrávíkiligt.

Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú partur av spennandi verkætlanum. Tú kemur at arbeiða saman við fólki við sera ymiskum førleikum, sum í sjálvum sær er bæði spennandi, mennandi og avbjóðandi. Stóru fakligu avbjóðingarnar seta høg krøv til starvsfólkini. Tí verður nógv gjørt burtur úr at menna starvsfólkini við til dømis árligari menningarsamrøðu, leiðslumenningarskeiðum og øðrum innan- og uttanhýsis skeiðsvirksemi. Fyri at samansjóða starvsfólk og varpa ljós á ymisk evnir, sum eru upp í tíðini, verður skipað fyri evnisdøgnum, starvsfólkafundum og øðrum fakligum og sosialum tiltøkum.

Vilt tú vita meira um Landsverk sum arbeiðspláss, ber til at hitta nøkur starvsfólk frá ymsu fakbólkunum her. Eisini ber til at síggja listan við øllum starvsfólkunum á Landsverki her.

Tinghúsvegur 5 - Postbox 78 - FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800 - Faks +298 340 801
Tel.svarari +298 340 802 - lv@lv.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 12.00. 13.00 - 15.00