03-04-2024
Kom við til ráðstevnuna Via Nordica í juni
NVF bjóðar lesandi at luttaka í spennandi ráðstevnu um hvussu vega- og ferðsluøkið kann mennast við støðið í heimsmálunum

Hvør sleppur við?
10 føroysk lesandi fáa ókeypis atgongumerki til ráðstevnuna Via Nordica í Keypmannahavn. Um tú býrt uttanfyri Danmark, fært tú 1000 kr. í stuðli til ferðing.  

Tú skalt vera í gongd við eina útbúgving, sum er viðkomandi fyri vega- og ferðsluøkið. Til dømis verkfrøði, byggifrøði, løgfrøði, býarplanlegging ella samfelagsfrøði. Tú kanst verða lesandi í Føroyum ella uttanlands.

Í umsóknini skalt tú upplýsa:

  • Navn, aldur, útbúgving og lestrarstað
  • Hvat av evnunum á ráðstevnisskránni, tú heldur verða serliga viðkomandi fyri teg og hví

Hvat er Via Nordica

Via Nordica er ein ráðstevna, sum verður tann 11. - 12. juni 2024 í Keypmannahavn, og varpar ljós á hvussu vega- og ferðsluøkið kann arbeiða út frá ST-heimsmálunum. Ein serútferð verður tann 13. juni, har tú kanst vitja tunnilin Femern ella brúnna Storstorm.

Sí skránna her: Via Nordica 2024 - Programme

Á stevnuni luttaka fleiri av teimum størstu norðurlendsku aktørunum innan vegavinnuna. Við at luttaka í Via Nordica fært tú innlit í nýggjasta rákið innan vega- og ferðsluøkið, og møtir kanska tínum komandi arbeiðsgevara ella starvsfelaga.

Ráðstevnan verður skipað av felagskapinum norrønt vegforum, eisini kallað NVF, har Landsverk eigur formansskapin í føroysku deildini.

Søk longu nú

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og freistin at senda inn er 22. apríl kl. 12. Umsóknin skal verða í mesta lagi 1 síða.

Umsóknin skal sendast til Maritu Svartá á masv@lv.fo. Um tú hevur spurningur ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband Maritu.

 

Úrslit: