09-05-2008
www.landsverk.fo nýtt snið

Fýra ár er long tíð, tá ið tað snýr seg um heimasíðusniðgeving. Landsverk fekk nýggja heimasíðu í 2004, og hoyrir sniðið nú, fýra ár seinni, longu fortíðini til.

Í dag sært tú breiðari og styttri snið á teimum flestu nýggju síðunum, sum virkar lættari og onkursvegna brúkaravinarligari. Eisini broytast litir o.a. við tíðini.

Við nýggja sniðnum, sum vit nú hava lagt á síðuna, vóna vit at geva okkara brúkarum eitt betri og litríkari upplivilsi á síðuni.

Innihaldsliga eru somuleiðis nakrar broytingar. Landsverk fekk fyri stuttari tíð síðani umsitingina av aling í Føroyum undir seg. Hetta málsøkið er tí nú eisini at finna á heimasíðuni í skránni ovast á forsíðuni.

Mitt á forsíðuni hava vit nú fingið eina mynd við stuttum teksti til. Hetta fara vit framyvir at nýta til at lýsa ymisk evni, sum Landsverk ynskir at varpa ljós á. Hesaferð er tað viðlíkahald, sum vit seta "fokus" á.

Við hesum ynskja vit øllum vitjandi her á síðuni eitt gott summar

Úrslit: