Í Degi & Viku týskvøldið 9. januar var ein tíðindastubbi um flogvallarútbyggingina. Flogvøllurin í Vágum skal leingjast og nýggjur terminalur byggjast. Kostnaðurin verður mettur til 365 mió, harav bygningurin kostar tær umleið 65 og leingingin av vøllinum umleið 300 mió.
Í sendingini setti sjónvarpið Vinnuhúsinum og Landsverki spurningin, um flogvallarútbyggingin ikki kann gerast dýrari enn mett, um útlendingar ikki sleppa framat at arbeiða í Føroyum. Stórt trýst er sum kunnugt í byggivinnuni og trot á arbeiðsmegi í nærum øllum vinnugreinum.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, var í hesum tíðindabroti endurgivin fyri at siga, at hann væntaði, at tað helst verður ein stór útlendsk fyritøka ella samtøka, ið fer at standa fyri arbeiðnum at leingja flogvøllin.
Hetta kann møguliga misskiljast sum at føroyskar fyritøkur ikki eru førar fyri at lyfta slíkari uppgávu. Tað skal tó skiljast soleiðis, at fyri at fáa nóg stóra kapping, fara útlendskar fyritøkur væntandi eisini at bjóða uppá hetta arbeiðið. Talan er um eina so mikið stóra uppgávu, at fleiri útlendskar fyritøkur uttan iva fara at vísa sín áhuga. Um so er, verður tað eisini tann útlendski marknaðurin, sum kemur at avgera, um nóg stór kapping fæst.
Møguleikin fyri at føroyskar fyritøkur vera við í kappingini um arbeiðið at leingja flogvøllin er sjálvsagt eisini til staðar. Sjálvt um eingin einstøk føroysk fyritøka enn hevur havt so stórt verklagsarbeiði, so hava fleiri verið við í samtøkum, sum hava gjørt líknandi stórar uppgávur, tí vilja vit við hesi viðmerking undirstrika, at tíðindabrotið als ikki skal skiljast sum, at føroyskar fyritøkur ikki eru førar fyri at gera slík arbeiðir.