Í Útvarpi Føroya tann 20. mars var ein tíðindastubbi um fíggjarstøðuna hjá Skálavíkar kommunu aftaná illveðrið í seinasta mánað. Ført verður fram, at sambært kostnaðarmeting í frágreiðing hjá Landsverki um brimskaðan í Skálavík, fer illveðrið í seinasta mánað at kosta Skálavíkar kommunu kr. 7. mió.
Vit vilja gera vart við, at talan í hesum førum er um eina misskiljing og um tvey ymisk mál, sum í tíðindasendingini verða blandað saman.
1) Á heimasíðuni hjá Landsverki liggur ein frágreiðing um brimskaðan í Skálavík (kann heintast her (7,77 MB) ). Frágreiðingin lýsir teir skaðar, sum beinleiðis stóðust av illveðrinum í seinasta mánað. Um hesir skaðar skulu bøtast, verður tað í frágreiðingini hjá Landsverki mett at kosta samanlagt kr. 776.000.
2) Skálavíkar kommuna hevur harumframt heitt á Landsverk um at gera eitt uppskot um, hvussu kommunan kann framtíðartryggja havnina. Landsverk hevur í hesum sambandi gjørt eitt prosjektuppskot til nýbygging av brimgarði uttan fyri verandi brimgarð, nýggja grótverju ella bakkaverju norðanfyri betongpierin og til at leingja og hækka verandi grótkast. Talan er í hesum føri um nýbygging, sum samanlagt er mett at kosta umleið kr. 6 mió.
Landsverk