09-05-2008
Viðlíkahald av brúm: Brúgvin á Morskranesi

Hol er nú sett á viðlíkahaldsarbeiðið av brúm ymsastaðni í landinum. Arbeiðið at umvæla brúnna um Stórá á Morskranesi er eitt av hesum arbeiðum, sum nú er farið í gongd.

Seinasta heyst var Landsverk saman við ráðgevum frá donsku fyritøkuni Rambøll í Danmark, kring alt landið og kannaði og gjørdi støðumetingar av øllum brúm á landsvegunum í Føroyum.

Umfatandi eftirlit
Tað eru samanlagt 300 brúgvar bara á landsvegunum í Føroyum, so talan er um eitt rættuliga víðfevnandi arbeiði. Brúgvarnar eru úr 1,2m og upp í 220m. Eftirlitsarbeiðið, sum fór fram eftir donskum standardi, byrjaði í 2006, tá ið brúgvin um Streymin (220m) var kannað. Í 2007 var so restin av eftirlitsarbeiðinum avgreitt.

Yvirskipað eftirlit
Talan var í fyrstu atløgu um eitt yvirskipað visuelt eftirlit. Síðani verður eitt neyvari leypandi eftirlit framt, sum verður grundarlagið undir einum skipaðum viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.

Framkomin viðlíkahaldsskipan
Allar dátur frá eftirlitsarbeiðnum eru lagdar í eina nýggja viðlíkahaldsskipan, SMART, sum ger tað møguligt at fáa eitt meira skipað og rationelt viðlíkahald av brúm í Føroyum.

Skipanin skal eftir ætlan eisini nýtast á øðrum økjum hjá Landsverki, m.a. til viðlíkahald av tunlum, havnum og vitum.

Brúgvin um Stórá á Morskranesi
Samstundis sum brúgvin verður umvæld, verður tann hjáliggjandi vegurin eisini breiðkaður, so at hann lýkur nútímans krøv. Við brúnna verður autoverja sett upp í bæði borð.

Úrslit: