17-07-2025
Vilt tú læra meiri um eftirlit við asfaltsarbeiðum?
Landsverk skipar fyri einum dagsskeiði um eftirlit við asfaltsarbeiðum.

Endamálið er at geva fakligt íkast og praktisk amboð, sum kunnu styrkja arbeiðsgongdir og tryggja álitandi eftirlit við asfaltsarbeiðum. Undirvísari verður Bjarne Bo Lund-Jensen, Product Quality Specialist hjá NCC og serfrøðingur í dygd og góðsku innan asfaltsálegging.
Skeiðið er ætlað øllum, ið arbeiða við, ella hava áhuga fyri, asfaltsarbeiði og eftirliti.

Tú kanst síggja skránna, og melda teg til skeiðið, á atgongumerki.fo: Skeið um eftirlit við asfaltsarbeiðum

Úrslit: