06-11-2020
Vilhelmina Larsen lat fyrsta skotið av
Nakað av vindi var, tá Vilhelmina Larsen, úr Dali, trýsti á knøttin og lat fyrsta skotið av til Dalstunnilin.

Vegna korona og almennu tilmælini, bar ikki til at skipa fyri almennum hátíðarhaldi, tá fyrsta skotið bleiv latið av til nýggja dalstunnilin. Hóast hetta var frøðin stór, tá umleið 60 fólk vóru savnað í tjaldinum við tunnilsmunnan Húsavíkar megin. 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, bjóðaði vælkomin og aftaná helt Jørgen Niclasen eina røðu. Áðrenn vit fóru út og at skjóta fyrsta skot, helt Vilhelmina Larsen ein røðu. 

Sí myndir frá hátíðarhaldinum niðanfyri. 

 

Myndirnar hevur Ólavur Jóannesarson Hansen tikið. 

Myndarøðin liggur eisini á facebook síðuni hjá Landsverk. 

Úrslit: