12-02-2026
Video: Hvussu geva vit eldri bygningum nýtt lív?
Landsverk umvælir umleið 70 bygningar um árið. Vit eru júst liðug at umbyggja fyrrverandi nunnukleystrið, Kerit, til viðgerðarstovnin Heilbrigdi.

Verkætlanarleiðarin, Ann Mari Blástein, greiðir frá umbyggingini og lýsir, hvussu ein slík tilgongd vanliga fer fram. Nógv av arbeiðinum er lagt til rættis frammanundan, men tað koma altíð onkrar óvæntaðar avbjóðingar, tá ein gamal bygningur verður umbygdur.
Gott samskifti við arbeiðstakarar og brúkarar er lykilin til eina væleydnaða verkætlan. Tað er eisini neyðugt, at kunna hugsa kreativt og finna nýggjar loysnir, sum taka hædd fyri búskapi, tíðarætlan og framtíðarbrúkarum.
 
Vit takka høvuðsarbeiðstakaran, Valaverk, og Heilbrigdi fyri gott samstarv.

 

Úrslit: