26-09-2025
Video: Frá niðurslitnum skúla til nútímans universitet
Arkitektur og verkætlanarleiðari, Bárður í Baianstovu, greiðir frá pørtum av Kampusætlanini, sum skal tryggja nútímans karmar til lesnað og gransking.

Í staðin fyri at ríva gamla venjingarskúlan niður og byggja nýtt, er valt at varðveita, tillaga og bjarga bygningin og geva honum nýtt lív sum ein framtíðartryggjaður universitetsbygningur. Henda gongdin er meira burðardygg, tí verandi bygningar verða í stóran mun gagnnýttir.
Hetta arbeiðið er fyrsti partur í Kampusætlanini.

Úrslit: