Ávaringarljósini í tunlinum eru skift út, og ábøtur eru gjørdar á ventilatiónina, sum nú kann fjarstýrast frá alarmsentralinum hjá politinum. Harumframt eru bummar settir upp við tunnilsmunnarnar, sum eisini kunnu fjarstýrast frá alarmsentralinum. Tað er tryggari at steingja tunnilin við bummi enn bert at nýta ávaringarljós.
Trygdarútgerðin er dagførd í samstarvi við Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Tórshavnar Sløkkilið, Politiið, Ambulansatænastuna og EL-Service.