Í summar savnast vegafólk aftur til vegaráðstevnu hjá Norrøna Vegatekniska Sambandinum (NVS), sum Landsverk hevur verið limur í síðan 1975.
NVS er ein felagsskapur við fleiri enn 800 limum, ið hevur til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum fakfólk í Norðurlondum.
Ráðstevnan Via Nordica er fjórða hvørt ár - seinast í Keypmannahavn í Danmark í 2004 og hesaferð í Helsinki í Finnlandi í døgunum 9-11. juni.
Tema
Via Nordica ráðstevnan viðger evnir, sum hava stóran áhuga millum fakfólk, og roynir somuleiðis at gera metingar um, hvussu framtíðin fer at síggja út. Høvuðsevni í Danmark í 2004 var "Mennesket og mobilitet", meðan tað í ár í Finnlandi er "Vagen framat".
Talan er um størstu ráðstevnu av hesum slagi í Norðurevropu. Trý undirevni eru eisini hesar tríggjar dagarnar. Tað fyrsta er: "Mennesket i centrum", sum snýr seg um menniskju í ferðsluni. Tað næsta er um ferðslutrygd og framtíðar loysnir innan hetta økið, og tað triðja er um framtíðina, hvat koyra vit í og á í framtíðini?
Á Via Nordica 2008 ber til hjá øllum innan vega- og ferðsluøkið at luttaka við bási. Landsverk luttekur aftur í ár við einum bási.
Umleið 1.200 fólk fara væntandi at taka lut í ráðstevnuni Via Nordica í Helsinki.
Les meira um Via Nordica 2008 á www.vianordica2008.fi