Fyrrapartin varð veðurlagsráðstevnan, sum Innlendismálaráðið skipar fyri, sett.
Frágreiðingin, sum ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við síðani í vár verður kunngjørd á ráðstevnuni, og í henni eru fleiri víðgongd uppskot, skilst. Frágreiðingin hevur heitið "Skjótt syftir seiðir og tunga takið".
Tølini, sum Umhvørvisstovan hevur kunngjørt undan ráðstevnuni, vísa, at føroyska útlátið er 750.000 CO2-tons. Tað er hækkað 11 prosent síðani 1990, sum verður brúkt sum útgangsstøðið.
Tilsamans vera 10 framløgur á ráðstevuni. Millum teirra, sum leggja fram eru tvey starvsfólk á Landsverki - Ole Jensen, arkitektur og Armgarð Steinhólm, verkfrøðingur. Ole Jensen greiðir frá um bygningar og sethús og Armgarð Steinhólm um flutning og ferðslu.