Á Landsverki verður alla tíðina arbeitt við at menna tænasturnar til fólkið og veita so optimalar loysnir sum til ber innan fyri verandi karmar. Eitt gott dømi er menningin av veðurtænastuni seinni árini.
Frá telefonsvarara til wap
Nú ber til at fáa upplýsingar um veðrið umvegis waptænastuna hjá Landsverki. "Vit hava gjørt tað so einfalt, sum til ber", sigur Ewald Kjølbro, deildarleiðari á havnadeildini á Landsverki. Tú skrivar bara www.lv.fo/m/ og fær síðan eitt samlað yvirlit yvir veðrið beinleiðis inn á fartelefonina frá teimum ymisku veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið. Leinkjuna kanst tú so goyma sum "short cut" ", sigur Ewald Kjølbro.
Landsverk hevur samanlagt 21 veðurstøðir kring landið, sum veita upplýsingar um hita, vind, ætt og hvirlur.
Og menningin heldur fram..
"Tað næsta fólk kunnu vænta sær frá okkum eru vevmyndir knýttar at veðurupplýsingunum, soleiðis at tú eisini fært møguleikan at síggja veðrið", sigur Ewald Kjølbro.
Av teimum 24 veðurstøðunum kring landið, hava 14 vevmyndatól.