Týsdagin 12. oktober var árligi vetrarhaldsfundurin hjá Landsverki. Á fundinum savnaðust økisleiðarar, vegaformenn, kavaruddarar og onnur fyri at taka samanum seinasta vetur og leggja komandi vetrarhaldið til rættis.
Á fundinum varð millum annað tosað um tænastustøðið fyri vetrarhaldið. Í hesum sambandi var breið semja um, at kunningin er ein týdningarmikil partur av tilbúgvingini, eins og tað er at rudda og salta vegirnar. Til tess at forða fyri, at fólk koma illa fyri í kava og hálku er týdningarmikið at kunnað og ávarað verður um koyrilíkindi, veðurforsøgnir, stongdar vegir og tílíkt. Hinvegin er eisini týdningarmikið, at kavaruddararnir fáa boðini skjótt og lætt, tá brúk er fyri teimum.
Á fundinum varð eisini tosað um handfaring og viðlíkahald av útgerð, nýtslu av sandi og salti, skøðing av akførum o.s.fr. Eisini varð tosað um skráseting av ferðsluóhappum, ið somuleiðis er ein týdningarmikil partur av ferðsluarbeiðinum hjá Landsverki.
Nú eftir vetrarhaldsfundin er manningin og útgerðin hjá Landsverki til reiðar at fara undir vetrarhaldið hendan veturin.
Kunnað verður um koyrilíkindini á heimasíðuni, í útvarpinum og tekstvarpinum hjá SVF 3 ferðir um samdøgurið.