Á hvørjum ári hittast arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum hjá Landsverki kring landið til ein verarfund í Havn. Vetrarfundurin er skipaður soleiðis, at fyrraparturin verður brúktur til eina framløgu av øllum skrásettum hagtølum hjá Landsverki fyri veturin, meðan seinnaparturin er ein arbeiðsfundur, har tað meira praktiska verður umrøtt og royndir og meiningar deildar.
Rakstrarleiðari á vegadeildini, Finnleif Durhuus, legði aftur í ár hagtølini fyri veturin 2005/2006 fram.
Vanligt er at øll hesi tøl síðani verða savnað í einum bóklingi, sum kemur út nakað aftaná. Vit kunnu beinanvegin her avdúka nøkur hagtøl- til dømis fyri hálku.
Hálka veturin 2005/2006
Hyggja vit eftir vetrinum 2005/2006 samlað, so var fyrsti hálkudagur 22. oktober, 2005 og seinasti hálkudagur 23. mai, 2006. Flestu hálkudagar hendan veturin vóru í mars og apríl.