01-10-2025
Vetrardagur 2025: Klár til kulda og kava
Í gjár var árligi Vetrardagurin, sum er fyri starvsfólkini hjá Landsverki, ið arbeiða við vetrarhaldi. Her tosa vit um royndirnar frá seinasta vetri og fyrireika okkum til komandi tíðina, so vit eru til reiðar, tá ísur og kavi er á vegunum.

Altíð verður serligur dentur lagdur á, hvussu vit tryggja góðar arbeiðsumstøður fyri okkara starvsfólk – og samstundis syrgja fyri, at øll sleppa trygt fram á vegakervinum allan veturin.

 

Úrslit: