06-01-2023
Vestmannatunnil
Undan jólum skipaði Landsverk fyri einum kunnandi fundi fyri kommunurnar í Vestmanna og Kvívík, har kunna var um gongdina at fyrireika ein komandi Vestmannatunnil.

Arbeiði byrjaði upprunaliga í 2019, tá ið pengar vóru játtaðir á Fíggjarlógini, at gera innleiðandi kanningar av at gera tunnil til Vestmanna. Tá teknaði Landsverk eitt uppskot til tunnil, ið var brúkt sum útgangsstøði til at gera innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar. Í 2019 var tískil gjørd ein innleiðandi jarðfrøðilig rapport av økinum, ið byggir á linjuna frá 2019. Hendan rapport er møgulig at taka niður á linkinum á hesi síðu.

Tunnilslinjan frá 2019 byrjaði omanfyri Kvívík, og kom út niðri á havnalagnum í Vestmanna. Hugskotið við linjuni var tískil, at hon leiddi ferðsluna til ferguleguna í Vestmanna, har tað so var møguligt at leiða ferðsluna runt í Vestmanna og á Válinum. Tekningar av hesum uppskotið eru eisini møguligar at taka niður á linkinum á hesi síðu.

Í 2022 var aftur játtan til verkætlanina, men tá var eitt ynski at kanna um til bar at broyta linjuna, so hon í Vestmanna kom út fram við verandi landsvegi. Landsverk hevur tí tekna eitt nýtt uppskot, ið kemur út við verandi landsveg, og hetta uppskot er í 2022 brúkt til at dagføra jarðfrøðiligu kanningarnar. Kanningarnar eru ikki heilt lidnar, tí ætlanin er at gera eina royndarboring aftrat, og hon verður eftir ætlan gjørd fyrst í 2023. Tá ið hon er liðug, er møguligt at gera tað jarðfrøðiligu rapportina lidna.

Á hesi síðu er eisini møguligt at taka hesar tekningarnar niður, umframt at møguligt er at síggja nakrar myndir, ið vísa hvussu tað kundi sæð út, har tunnilin kemur út. Leggi tó til merkis, at her er bert høvuðslinjan tekna, so íbindingar o.s.fr. í vegin eru ikki tiknar við á hesar myndir.

Á fundinum við kommunurnar vóru hesar somu tekningar vístar, har kommunurnar eisini fingu møguleika at viðmerkja uppskotinum, ið liggja á borðinum til tunnilslinju. Eitt uppskot var t.d. at leggja tunnilsmunnan í Kvívík lægri í lendinum, har man so eisini arbeiddi við einum møguleika, at gera eina nýggja omankoyring til Kvívíkar, ístaðin fyri verandi í Klivunum, ið ikki er serliga góð. Eitt ynski frá Vestmanna kommunu var eisini, at tunnilin kom út í Leynum, tí vegastrekkið omanfyri Kvívík eisini er ein avbjóðing vetrarhálvuna.

Á eini tekning her á síðuni ber eisini til at síggja eina tekning við ymsum linjum, ið hava verið í uppskotið gjøgnum tíðina. Har er víst nøkulunda hvussu langir tunlar høvdu verið.

Næsta stig í verkætlanini, um hon verður raðfest politiskt, verður at bjóða hana út til prosjektering. Í løtuni verður mett, at tunlar kosta umleið 110 mió kr fyri hvønn kilometur av tunli. Mett verður tískil, at hendan verkætlan kemur at kosta umleið 500 mió kr, um hon verður raðfest politisk komandi árini.

 

Her kunnu tit síggja fleiri tekningar um nýggjan tunnil til Vestmannar:

Tekning 1

Tekning 2

Tekning 3

Tekning 4

 

Úrslit: