SKAÐI: Tað, sum tykist standa eftir aftan á at hava sæð eitt innslag í Degi & Viku hóskvøldið, er, at Landsverk ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar í sambandi við arbeiðið upp á havnina í Skúvoy. Hetta er skeivt. Landsverk metir seg í allar mátar at hava livað upp til sína skyldu sum byggiharri og eftirlitsmyndugleiki.
Eftir eitt innslag í Degi & Viku hóskvøldið í síðstu viku um støðuna viðvíkjandi havnini í Skúvoy, kundi hyggjarin fáa ta fatan, at Landsverk átti ábyrgdina fyri teir skaðar, sum eru hendir har. Leiðslan á Landsverki kennir tað tí sum sína ábyrgd at koma við eini rættleiðing til innslagið.
Søgan um arbeiðið viðvíkjandi havnini í Skúvoy er í stuttum hendan:
Landsverk var fyrstu ferð og sýnaði bátahylin í Skúvoy í september mánaði í fjør. Tá varð mett, at skaðin var álvarsamur, og at Skúvoyar kommuna átti at gera ábøtur beinanvegin. Leysliga roknað varð skaðin mettur at kosta umleið 600.000 krónur. Sýnið staðfesti eisini, at verjugarðurin var munandi viknaður av undirmætingini, og at um onki varð gjør, var vandi fyri, at brimið kundi bróta seg heilt ígjøgnum. Skúvoyar Kommuna fekk í fyrstu syftu játtað 2,0 mió. krónur til umvæling og ábøtur í 2010, men hetta varð seinni skorið niður í 1,1 mió. krónur.
Tíðliga í ár fór Landsverk í gongd við fyrireikingararbeiðið til at umvæla skaðan. Á einum ástaðarfundi í februar, gjørdist greitt, at skaðin var munandi versnaður, síðani frágreiðingin varð skrivað. Dekkið innan fyri verjugarðin var brotnað, og eitt stórt brotpetti lá leyst. Uttan fyri var nógv meira undirmætað, og ilt var at siga, hvussu støðan var undir vatnskorpuni. Avtalað varð, at Sea Star Diving skuldi filma viðurskiftini undir vatni. Hetta varð gjørt, og nýggj kostnadarmeting grundað á broyttu vidurskiftini gjørd. Nýggja metingin lá um 1,0 mió. krónur.
Biðið varð um tvey tilbod upp á arbeiðið, og MPC átti bíligara tilboðið. Av tí at rættiliga nógv alda var í sjónum, og árstíðin var vánalig til at fremja slíkt arbeiði, varð avrátt ikki at byrja fyrr enn í fyrsta lagi í mai mánaða. Fleiri ógvuslig brim raktu bátahylin fram til mai, og endin varð, at brimið breyt seg heilt ígjøgnum.
Av tí at skaðin og umstøðurnar til at fremja umvælingararbeiðið broyttust alla tíðina, var tað – tá arbeiðið byrjaði – mett neydugt at læsa prísin fastan á 1,0 mió. krónur fyri at halda seg til játtanina. Hetta eydnaðist, og avtalað varð, hvussu arbeiðið skuldi fremjast, og hvussu hetta skuldi raðfestast. Somuleiðis varð avtalað, at arbeiðið skuldi verða liðugt í seinasta lagi 20. juli. Umvælingararbeiðið gekk ikki væl, tí tað vóru sera truplar umstøður at arbeiða undir orsakað av fáum samanhangandi góðveðursdøgum. Nógvir ónýtisdagar vóru, og yvirhøvur var nógv alda í sjónum tíðliga í summar. Arbeiðið var tó fráboðað liðugt 20. juli, hóast nakrir skinnarar vóru eftir at taka upp uttan fyri verjugarðin.
Tá umvælingararbeiðið var gjørt, varð høvi til at kanna skaðan nærri. Tað kundi staðfestast beinanvegin, at skaðin var munandi meira umfatandi, enn upprunaliga hildið. Einasta brúkiliga loysn var tí at stoypa eitt lag av betong uttan á alla útsíduna á brimgarðinum. Landsverk gjørdi vart vid trupulleikarnar og bað um eina játtan upp á 2,0 mió. kr. til at halda fram við umvælingunum í 2011.
Nú heystid er liðið, hevur nógv brim verið, og í síðstu viku lá máttmikid brim inn yvir bátahylin í tríggjar dagar. Tann 24. november var fólk frá Landsverki og sýnaði skadan, og frágreiding er skrivað um hetta. Niðurstøðan av sýninum var, at skaðin breiðir seg alsamt longur inn undir brimgardin. Trýstið á dekkið innan fyri verjugarðin hevur verið so stórt, at umvælda pettið er loysnað aftur. Hetta hongur tó í armeringini og er ikki alt farið aftur, sum sagt varð í innslagnum í Degi & Viku. Heldur ikki tað, sum er stoypt uttan fyri verjugarðin, er burtur. Tó er nakað máðað burtur av helluni undir. Sýnið gav ikki nakra ábending um, at umvælingararbeidið ikki var dygdargott, men heldur at orsøkin til skaðan er tengdur at teimum viðurskiftum, sum Landsverk longu hevur gjørt vart við.
Vánaliga hellan sum bátahylurin er bygdur á og betongið, ið hesin er stoyptur við, máða tilfarið burtur og loyva sjógvi at ota seg longur og longur inn í verklagið. Tá so undirmætingin er av einari ávísari stødd, fleirfaldast trýstið á verklagið í og við, at størri mongdir av alduni sláast aftur av undirmætingini. Skaðin veksur síðani ógvusliga, uttan at møguleiki er fyri at fáa tamarhald á støðuni.
Finnast kann somuleiðis at innslagnum, tí tað ikki varð undirstrikað, at myndirnar úr Skúvoy vóru gamlar og sýndu skaðan, sum hann sá út áðrenn umvælingina.
Um nakar vil vita meira um støðuna viðvíkjandi havnini í Skúvoy, ber til at ringja til Ewald Kjølbro, stjóra á LandsverkI, tlf. 290 861, ella til kunningina á tlf. 290 805, ið kann vísa til rætta viðkomandi.