Landsverk skal við hesum boða frá, at Heini Trónd Hansen fer úr starvinum sum verkætlanarovasti fyri Skúladepilin við Marknagil. Heini heldur tó fram í starvinum, til ein avloysari er funnin, sum verður í seinasta lagi 31. mars.
Landsverk fer í næstum at søkja eftir nýggjum verkætlanarovasta til Skúladepilin við Marknagil.